Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð inniluft

Tíðindaskriv frá Føroya Astma/Allergifelag

Leygardagin hin 7. mars frá kl. 11.00 til 16.00 skipar Føroya Astma/Allergifelag í samstarvi við Inniluft Tænastan fyri tiltakið á Torginum í SMS um góða inniluft.

Leygardagin hin 7. mars frá kl. 11.00 til 16.00 skipar Føroya Astma/Allergifelag í samstarvi við Inniluft Tænastan fyri tiltakið á Torginum í SMS um góða inniluft.

Seinnu árini eru alsamt fleiri fólk vorðin rakt av astmu og/ella allergi og eru hetta heilsuligir trupulleikar, ið tíðum verða tengdir at vánaligari inniluft og blámusoppi. Trupuleikar við vánaligari inniluft og soppavøkstri síggja vit bæði í vanligum sethúsum, skúlum, almennum stovnum v.m. Við hesum tiltaki ynskja vit at varpa ljós á henda alsamt vaksandi heilsutrupulleika og ynskja at kunna um, hvat er til at taka fyri at bøta ella fyribyrgja heilsutrupulleikar, ið kunnu standast av vánaligari inniluft og trupulleikum við soppavøkstri.

Við í tiltakinum Góð INNILUFT eru harumframt p/f Demich, sp/f Hitamyndir, sp/f Bjørnin og Tjaldurs Apotek, Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Inniluft Tænastan sýnir fram útbúnað, sum mátar luftinnihald. Myndir verða sýndar fram, ið vísa dømi um feilir og manglar í húsum. Eisini verður tosað um fukt/kuldabrúgvir og betongkvalitet.

Demich fer at sýna fram ventilatiónsskipanir og vísa á, at mekanisk ventilatión er ein góður háttur at fáa betri inniluft.

Hitamyndir fer at vísa á, um fuktur, kuldabrúgvar ella trekkur eru í húsum kann hetta myndast og at møguligt er at gera støðulýsing av húsum við myndum.

Bjørnin, ið hevur serkunnleika innan skorsteinar vísir fram, hvussu kann sleppast undan vátum skorsteini og rennisóti. Vátur skorsteinur er stór trupulleiki í nógvum húsum í Føroyum. Vístur verður skorsteinur, sum er viðgjørdur eftir nútímans krøvum.

Tjaldurs Apotek hevur faldarar og videoinnslag um astma og allergi. Eisini verður astmaheilivágur vístur fram, hetta bæði sum fyribyrgjandi viðgerð og sum varandi viðgerð.

Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum og Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu skipað fyri at fólk kunna síggja ymisk astmaherindi á video til tess at vita, um tey kenna hetta aftur hjá sær sjálvum. Áhugaði kunnu so eisini fáa mált sína lungafunktión. Eisini verður høvi at spyrja um inniluft og heilsuárin.

Vinningur/lutakast: Øll, sum vitja tiltakið um Góða INNILUFT fáa høvi at útfylla ein seðil við navni, adressu og telefonnr. Tá tiltakið endar kl. 16.00 verður lutakast millum innkomnar seðlar, har vinningurin er gávukort frá virkjunum sum luttaka í tiltakinum.

Føroya Astma/Allergifelag hevur júst prentað bókling, sum hevur heitið ”Soleiðis fært tú góða inniluft”, sum ókeypis verður at fáa undir tiltakinum. Eisini er faldari við heitinum ”Hvussu ávirkar blámusoppur heilsuna?” til taks.

Undir tiltakinum verður møguleiki at stuðla Føroya Astma/Allergifelag við at tekna seg sum lim.


Føroya Astma/Allergifelag