Tað sigur KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen undan TB dystinum.
Sunnudagin skal KÍ til Trongisvágs atspæla móti TB við Stórá. Nýggi KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen heldur, at tað er serliga trupult at spæla dystir í 1. umfarinum og tað ger tað ikki lættari, at KÍ skal langa túrin til Suðuroyar.
– Tað verður ein trupul byrjan. Allirdystir í fyrsta umfarinum eru truplir og so skulu vit eisini ein túrtil Suðuroynna. Teir ynskja at vísa, at teir hoyra heima í bestudeildini og hava eisini styrkt liðið. Eg hoyrdi eisini AtlaGregersen siga, at hann var posetivt yvirraskaður av TB. So vitskulu ikki vænta nakran lættan dyst. Vit skulu leggja ein góðaninnsats fyri dagin og so vóna, at tað røkkur til 3 stig. Taðverður meira ”fight” í byrjanini av kappingarárinum enn vakurtfótbóltsspæl, sum vit vónandi síggja seinni í kappingarárinum, sigur Jonas F. Rasmussen við Norðlýsið.




