Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Køli í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Føroyar liggja í einum trogi í dag. Eitt trog er eitt øki úr einum lágtrýstið, á sama hátt sum ein hátrýstryggur stingur seg úr einum hátrýsti.

Føroyar liggja í einum trogi í dag. Eitt trog er eitt øki úr einum lágtrýstið, á sama hátt sum ein hátrýstryggur stingur seg úr einum hátrýsti.

Trog eru ikki altíð tað sama sum gott veður, soleiðis sum einum hátrýstryggur er.

Ættin í morgun er lágur vestan – miðalvindferðin í øllum landinum er 8 til 12 m/s. Eitt stívt andøvsgul – í støðum ein strúkur í vindi. Ikki er tað nógvur vindur, borið saman við vindin, vit hava havt í vetur.

Í dag fer ættin at flyta seg niður ímóti útsynningi – vindferðin fer at vera mestsum tann sama í allan dag. Kanska hon otar seg eitt elalítið petti niðureftir seinnapartin ella í kvøld. Avfall fer at koma úr erva í dag – talan er um ælingar við vátakava og/ella kava.

Tað er køld luft, sum kemur hendavegin av leiðunum í Norðurkanada. Hitin í dag fer at liggja um 2 til 3 stig í dag.