Tað segði Ragna Vilhelmsdóttir, tá Norðlýsið vitjaði inn á gólvið hjá Image í Klaksvík og fregnaðist um summarmótan.
Várkollektiónin við summarklæðunum sæst longu í Image, sigur Ragna Vihelmsdóttir víðari. Tú varnast beinanvegin lekru løttu pastelllitirnar og ikki minst eru nógvu pløggini blomstrugt í ár. Meira ítøkiligt, so eru tað litirnir, ljósablátt og rosa sum skapa myndina í handlinum ídag. Teir myrku og døkku litirnir eru horvnir, nú er sólin og summarið fyri framman.
Merkini mbyM, Only og Saint Tropez selja sera væl hjá okkum og so dáma kvinnurnar eisini væl skógvarnar frá Pavement.
Vit fjálga um kvinnurnar her í Image, summarvøran er komin sera tíðliga í ár, annars fáa vit nýggja vøru hvørja viku alt árið ígjøgnum, sigur Ragna Vilhelmsdóttir at enda úr Image.




