Fyrispurningur, sum Høgni Hoydal hevur sett til Jørgen Niclasen landsstýrismannni um bankarnar, NemID, p-tal og føroyskar KT-loysnir.
Fyrispurningur, sum Høgni Hoydal hevur sett til Jørgen Niclasen landsstýrismannni um bankarnar, NemID, p-tal og føroyskar KT-loysnir.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður
§52a-fyrispurningur
Jørgen Niclasen, landsstýrismann ífíggjarmálum
um NemID, peningastovnarnar, p-tal og føroyskarKT-loysnir
Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroyskaborgaran av, at peningastovnarnir krevja, at øll í Føroyum skulu knýtast í tadonsku NemID-skipanina, til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og tilnetbanka?
Hvørjar avleiðingar fær hendan ætlanin fyri føroyskabúskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnar at menna føroyskar loysnir ogføroyskar førleikar (T.e. hvat kostar hetta í útreiðslum og mistum inntøkum, iðfara av landinum, og hvat kostar hetta í mistum arbeiðsplássum ogvinnumøguleikum)?
Hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, sumføroyskir brúkarar gjalda, fara av landinum til at menna elektroniskar skipaniruttanlands.
Skulu føroyingar eftir ætlanini hjápeningastovnunum lata sítt p-tal til NemID og/ella skulu føroyingar hava eittdanskt cpr-nummar til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og netbanka?
Hvørja heimild hava peningastovnarnir til atkrevja fólk í Føroyum at brúka hesa skipan?
Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veitahvørjum einstøkum borgara í Føroyum, at teirra upplýsingar eru tryggir og kunnuikki misnýtast í hesi skipan – m.a. vísandi til dømini um vantandi trygd ogatgongd hjá teldusníkum, sum alment hava verið ávíst?
Nær er landsstýrismaðurin kunnaður um hesaætlan hjá peningastovnunum og hevur hanngóðkent hana?
Ætlar landsstýrið at føroyingar frameftirskulu nýta ta donsku NemID-skipanina í sínum talgilda samskifti við almennar myndugleikar?
Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt til tessat gera eina føroyska loysn fyri KT-skipanir og talgildari undirskrift, sumbæði peningastovnarnir og tað almenna kunnu brúka?
Ætlar landsstýrismaðurin hesa ferð at mæla tinginumtil at samtykkja lógaruppskotið hjá Tjóðveldi, ið nú á sætta sinni síðani 2004er lagt fyri tingið, sum kann tryggja føroyskar KT-loysnir – ella sjálvur atgera eitt líknandi uppskot ?
Viðmerkingar
Enn eitt stig er nú tikið frá peningastovnunumtil at flyta allar elektroniskar skipanir hjá føroyskum borgarum av landinum.
Nú er fráboðað, at allir føroyingar noyðast atknýta seg í ta donsku NemID-skipanina til tess at fáa atgongd til sínar egnupeningakontur umvegis netbanka og aðrar skipanir.
Føroyingar nóyðast antin at geva sítt p-taltil hesa skipan ella kanska at fáa eitt danskt cpr-nummar.
Fyri tann einstaka, er onki val: Fyri teyyvirskot, ið føroyski brúkarin skapar bankunum, verður hann noyddur at brúkaskipanir, ið vit onki ræði hava á í Føroyum og sum hava víst seg at hava stórartrygdartrupulleikar. Og skipanir, ið flyta pening, arbeiðspláss, førleikar og vinnumøguleikar av landinum.
Føroyar vóru ein fyrimynd fyri onnur í atbyggja góðar og tryggar skipanir upp í samstarvi millum tað almenna ogpeningastovnarnar gjøgnum P/F Elektron. Og KT-felagið vísir á, at vit havaallar førleikar og møguleikar at byggjaføroyskar loysnir í Føroyum.
Í framtíðini fer samskiftið hjá okkum øllumvið almennar myndugleikar og privatar fyritøkur at fara fram elektroniskumvegis alnetið. Vit hava tí einastandandi møguleikar at byggja upp føroyskarloysnir, ið eru tryggar og einfaldar fyri hvønn einstakan, og sum kunnu kappastvið aðrar skipanir útio í heimi.
Kortini letur landsstýrið hetta fara fram.
5 ferðir síðani 2004 – og langt áðrennbankarnir fóru undir at flyta allar skipanir av landinum, hevur Tjóðveldi lagtlógaruuppskot á ting, ið kundi tryggja at vit byggja føroyskar loysnir áKT-økinum.
Nú verður uppskotið aftur lagt fyri tingið –og vónin er, at landsstýrið nú ikki gongur ímóti tí, men antin kann mælatinginum til at fremja tað ella at leggja sítt egna uppskot fram.
Á løgtingi, 2. mars 2014
Høgni Hoydal, løgtingsmaður




