Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Køli í dag, men lýggjari luft er á veg

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið hevur verið gott í dag. Eitt køli lot ella gul hevur verið úr útsynningi. Tað hevur verið turt allastaðni eisini, sólglottarnar gjørdust fleiri og fleiri út ímóti middegi, og hitin hevur ligið um 2-4 stig kring alt landið.

Veðrið hevur verið gott í dag. Eitt køli lot ella gul hevur verið úr útsynningi. Tað hevur verið turt allastaðni eisini, sólglottarnar gjørdust fleiri og fleiri út ímóti middegi, og hitin hevur ligið um 2-4 stig kring alt landið.

Orsøkin til hetta er ein hátrýstryggur, sum stingur seg úr hátrýstinum í Biskajavík ímóti okkara leiðum. Í einum hátrýstryggi er veðrið gott. Men hátrýstryggurin fer ikki at liggja leingi á hesum sinni. Hann fer at flyta seg burtur frá okkara leiðum undan einum stormlágtrýsti, sum kemur hendavegin vestanífrá. Trýstið er lágt í miðjuni – 957hPa á middegi – og vindurin rundan um tað er í støðum nógvur. Vit hava ikki merkt nakað til tað í morgun ella higartil seinnapartin, tí at tað er so langt burturi. Men tað nærkast, og tilhoyrandi veðrið somuleiðis.

So hvørt tað nærkast okkum, fer vindurin at veksa. Ættin snarar í fyrstanini niður í útsynning-sunnan, men kvinkar seg uppaftur ímóti útsynningi seinni. Vindferðin fer tiðliga í kvøld upp í hvassan vind, 15 til 18 m/s – á midnátt skrið, 17 til 19 m/s. Eitt brúgvalag fer eisini at seta sín dám á veðrið í kvøld – tað fer at vera yvir okkum nakað eftir nátturða, og tá fer at regna.

Luftin, sum lágtrýstið melur hendaveg, kemur úr miðjum Atlantshavi. Luftin er lýggj og slavin. Hitin fer tí at kvinkast uppeftir – í morgin eru eini 5-6 stig.

Í nátt og í morgin verður vindferðin um hvassan vind, 15 til 18 m/s.