Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dialog um Klaksvíkar Sjúkrahús

Jákup Petersen, yvirlækni

Áhugaverd samrøða var at hoyra í Norðlýsinum har tíðindamaður John William Joensen hevðið bjóðað borgarstjóranum í Klaksvík til tjak um ymisk mál av tídningi fyri Klaksvík íroknað Klaksvíkar Sjúkrahús. Soleiðis bleiv eitt lyfti uppá 250 milliónir til sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík til 15 mió til renovering av sjúkrahúsinum.

Áhugaverd samrøða var at hoyra í Norðlýsinum har tíðindamaður John William Joensen hevðið bjóðað borgarstjóranum í Klaksvík til tjak um ymisk mál av tídningi fyri Klaksvík íroknað Klaksvíkar Sjúkrahús.

Soleiðis bleiv eitt lyfti uppá 250 milliónir til sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík til 15 mió til renovering av sjúkrahúsinum.

Hetta er ein søga um hvussu 250 milliónir yvir 11 ár við fleiri hundra sera “góðum og gevandi fundum” har avtalað var at “hava nýggjan fund” gjørdust til 15 milliónir.

Eisini er hetta søgan um hvussu tey fakligi umboðini vóru sett út á síðuliniuna og tá tey “mukkaðu” vóru tey av Heilsumálaráðnum kallaði “tey sum rópa harðast”.

Harafturat er tað søgan um hvussu tað eydnaðist Heilsumálaráðnum at yvirtala Klaksvíkar Býráð til at yvirtaka teirra slogan “tey sum rópa harðast” og royna, at láturligerða tey.

Søgan er eisini um hvussu Heilsumálaráðið ger eina renovering av Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir egnum høvdi fyri 1/3 av tí kostnaði sum ein renovering av einum røktarheimi kostar.

Og at enda er hetta eisini ein søga um hvussu hetta roysnið hjá Heilsumálaráðnum skal fejrast nú sindraða seingjardeildin skal latast upp.

Tørvandi dialogur ?

Fleiri ferð undir tjakinum varð borið uppá mál at leisturin mátti vera “dialogur og ikki tann sum rópaði harðast”.

Skal líka nevna, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur havt tættan og gevandi dialog við Heilsumálaráðið í 11 ár viðvíkjandi framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrasjúsi.

Dialogurin byrjaði meðan Hans Pauli Strøm var Heilsumálaráðharri. Vit høvdu eina røð av “góðum og gevandi fundum” har avtalað var at “hava nýggjan fund”.

Vónirnar vóru í topp og báðir partar tyktust at miðja móti, at uppskotið hjá mær um, at byggja sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík fyri gott og væl 250 milliónir kr.. Tað vil siga, at savna kommunulæknar, fysioterapeutar, apotek, heilsutryggd, sjúkrahús, sjúklinga fluttning, heimarøkt og annars tað sum hevðið við heilsu og sjúku at gera undir eitt tak.

Hans Pauli tyktist eldhugaður og skundaði undir okkum fyri, at fáa málið skjótt og væl ígjøgnum. Ein røð av sera “góðum og gevandi fundum” vóru hildnir við ymisku stovnarnir her norðuri og býráðið í Klaksvík og øll vóru jalig til projektið. Sjúkrahúsið kom við fleiri uppskotum um hvussu sjúku- og heilsumiðstøðin skuldi síggja út og hvar hon kundið liggja.

Í 2009 tekur Aksel V Johannesen yvir og hevur í síni stevnuskrá “Nýtt sjúkrahús í Klaksvík”. Vit hava aftur ein gevadi dialog og eina røð av “góðum og gevandi fundum” har avtalað var at “hava nýggjan fund”.

Aksel tyktist eldhugaður men metti, at tíðirnar vóru kargar og nógv bendi á, at sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík ikki bleiv aktuell fyrr enn umleið 2015.

Eg kom tí við tí uppskoti, at søkja um 15 mió. fyri at tryggja sjúkrahúsið fram til sjúku- og heilsumiðstøðin stó klár til, at taka í nýtslu. Um sama mundið fer Aksel frá og John Johannesen tekur yvir eitt styttri tíðarskeið.

John informerar okkum á einum relativt “góðum og gevandi fundi”, at málið um sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík ongantíð hevur fingið politiska viðgerð og hann metir tað ikki aktuellt at arbeiða við málinum.

Hetta var sjálvandi eitt trivaligt slag í andlitið hjá okkum sum høvdu verið í jáligum dialogi í fleiri ár men vit hildu áfram við dialogi um hvat nú skuldi gerast. John kom seinri við neiligum viðmerkingum um okkum í heila tikið og nevndi møguleikan at útfasa Klaksvíkar Sjúkrahús um vit ikki gjørdu sum hann segðið. Vit hildu tó, at dialogur hóast alt var besti vegur at ganga.

Stutt eftir hetta tekur Karsten Hansen yvir og stemningurin verður munandi betri. Tað verða aftur hildnir ein røð av “góðum og gevandi fundum” har avtalað verður, at “hava nýggjan fund”. Tað tykist sum sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík ikki longur liggur á borðinum. Tað er meira spurningur um, at hjálpa Klaksvíkar Sjúkrahúsi við tí ovurstóra hølis- og plásstrupuleika.

Vit ganga runt á sjúkrahúsinum og koma at enda til eina semju um, at Heilsumálaráðið tekur upp samráðingar við Almannaráðið um, at sjúkrahúsið yvirtekur eina ella tvær hæddir á røktarheiminum nú nýtt røktarheim verðu byggt.

Eisini hetta málið gerðst eitt sindur fløkt og vit á sjúkrahúsinum fáa ongantíð greið boð um vit fáa hesar hæddir ella ikki. Spurningurin hevur týdning tí uttan sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík og uttan eyka pláss fyri skjótt vaksandi virkseminum á sjúkrahúsinum er sjúkrahúsið innimálað og framtíðin fokin.

Vit hava eina røð av av “góðum og gevandi fundum” har avtalað verður, at “hava nýggjan fund” har vit á sjúkrahúsinum royna at greiða Hielsumálaráðnum frá, at fáa vit ikki fermetrar afturat so stendur illa til og arbeiðið gerðst ótryggt og uttan framtíð.

Alt verður síðani tikið upp til nýggja metan. Umboð fyri Landsverk, Heilsumálaráð og Klaksvíkar Sjúkrahús halda eitt ótal av arbeiðsfundum har tørvurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal metast. Niðurstøðan er, at 1100 fermetrar afturat er eitt minimum.

Alt tilfarið verður so mett í Landsverk og Heilsumálaráði. Landsverk ger tekningar av broytingum og vit eru bilsin tá vit síggja, at vit ikki hava fingið so mikið sum ein fermetur afturat.

Og uppaftur dialog

Nýggjan dialog, men hesu ferð er líkasum latið aftur í Heilsumálaráðnum og vit mugu venda okkum til stjóran sum nú á fundum hugleiðir við, at tað kann umhugsast at lata ortopediina fara til Landssjúkrahúsið. Tað kann harafturat umhugsast at stongja aðra skurðstovuna og lata sterilsentralin fara til Landssjúkrahúsið eisini.

Fakligu umboðini vilja hava at vita hvat bleiv av teimum fermetrum sum talan var um. Umboð fyri Heilsumálaráðið koma so at enda við klokkuklárari útmelding um, at tað verða ongir fermetrar og sjúkrahúsið skal renoverast innan verandi karmar og játtan.

11 árs dialogur, fundir, samstarvs- og kompromivilji hevur onki givið. Sjúkrahúsið er verri fyri enn nakrantíð og eg velji at fara í fjølmiðlar fyri, at vita hvønn stuðul sjúkrahúsið hevur í heila tikið at halda áfram.

Ávísir politikar her norðuri duga at síggja vandan og royna at venda skútini, men tað er tungt. Tað tykist sum Heilsumálaráðið hevur tikið endaliga støðu til, at Klaksvíkar Sjúkrahús so líðandi skal fána burtur.

Av tí nógvu skrivingini kemur tó Heilsumálaráðið aftur inn á vøllin og fundur verður hildin á sjómansheiminum har Heilsumálaráharrin bjóðar eyka fermetrar á røktarheiminum.

Hetta liftið hevur heldur ikki hildið og seinri hava vit fingið at vita frá heilsumálaráðharranum at ein ikki skal ganga eftir tí “sum rópar harðast”. Við øðrum orðum so verður tað ikki sæð við mildum eygum, at umboð fyri fakkunnleikan, sum longu eru sett á síðuliniuna, hevur almennar meiningar og roynir at verja sjúklingin.

Hesi gullkorn“sum rópar harðast” hevur Klaksvíkar Býráð síðani tikið til sín og tað verður eisini nevnt ferð eftir ferð í videosamrøðuni.

Tað vil siga, at dialogurin er endaður. Heilsumálaráharrin hevur sett fótin niður og tann sum mukkar verður biðjin um at tiga. Fakligu umboðini høvdu tá longi verið úti á síðuliniuni og projektið verður koyrt av Helsumálaráðnum í tøttum samarbeiði við sjúkrahússtjóran.

Tekningar, installatiónir o.s.fr. verða góðkendar av Heilsumálaráðnum (sum í verunleikanum ikki hevur anilsi av hvussu sjúkrahús skulu renoverast). Heilsumálaráðið kemur nú at góðkenna seingjardeildina uttan at hava anilsi av hvat krevst av eini seingjardeild nú á døgum.

Helst verða eisini røður hildnar, sungið og klappað hugaliga yvir einum sjúkrahúsprojektið sum ikki lúkar bert tey grundleggjandi krøvini til seingjardeild nú á døgum, er eitt slag í andlitið á starvsfólki og eftir míni bestu sannføring ein munandi ótryggleiki fyri sjúklingarnar.

Sjúkrahúsið hevur meira ella minni longu fingið mønustingin

Seingjardeildin líkist viðurskiftunum frá 50-unum har stórsti parturin eru smáar 4 songs stovur. Smalar og krókutar gongir, trong toalettviðurskifti og hevur ein viðrakning og intensivan krók sum ger arbeiði har hattisligt. Satt at siga so hoyrir intensiv og viðrakning als ikki heima á einari seingjardeild. Tað vita øll (uttan Heilsumálaráðið og stjórin sjálvandi).

Deildin hevur øktan infektiónsvanda, er hættislig í akuttum støðum, økir vandan fyri feilum, ein logistisk marra, smælar og krókutar gongir, óegnað til tey tól og innrættingar sum nú á døgum krevjast av eini seingjardeild sum harafturat skal hava bæði viðrakning og intensivan part sum setur stór krøv til pláss, tól og kvika kanning og viðgerð á høgum støði og sum sagt als ikki skuldið ligið á eini seingjardeild.

Tað er í prinsipp so, at medisinska deildin er kroyst inn á skurðdeildina. Viðrakning og intensiv sum fyrr bert høvdu 120 fermetrar meðan tørvurin var umleið 250 fermetrar hevur nú bert 90 fermetrar o.s.fr.

Sum eg væntaði so er henda deild ikki longur eygnað sum sjúkrahúsdeild og sjúkrahúsið hevðið verið betri fyri um ongin renovering var farin fram.

Harafturat havi eg støðgað 2 ortopedisk toymum sum skuldu taka yvir ortopediina eftir, at eg eri farin í pensión. Hetta gjørdi eg eftir, at stjórin metti at ortopediin kundi flytast til Landssjúkrahúsið, onnur seingjarstovan stongjast og sterilsentralurin eisini kundið fara á Landssjúkrahúsið.

Um somu tíð sær tað út sum urologiin ikki skal ganga út frá Klaksvík men eisini skal verða í Havn.

Nú eru eisini teir yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum sum hava verið argastu mótstøðumenn móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi blivnir regluligir gestir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Teir hava annars brúkt hvørja løtu í bløðum, útvarpi og sjónvarpi til at sverta sjúkahúsið út og í heilum ført fram, at tað skal niðurleggjast. Men nú ganga teir altso og spankulera á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Teir siga, at teir vilja hjálpa til. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi sleppa teir ikki inn um gáttina tí har er ein stjóri.

Sjúkrahús verður samanborið við røktarheim

Nú, aftur til videosamrøðuna við John William. Borgarstjórin mælir til dialog. Er tað nakað sum sjúkrahúsið hevur havt so er tað dialog einastu 11 árini og tað hevur higartil ført frá einul lýsandi projekti umfatandi allar stovnar, mynduleikar o.s.fr innan heilsu og sjúku undir eitt tak til eina oyðilegging av seingjardeild, intensiv og viðrakning og næst so fær skurðdeildin væl toyggjið.

Landssjúkrahúsi er so smátt við at yvirtaka leiðsluna og avgera virksemið her. So sleppur eisini Heilsumálaráðið frá at føra knívin.

Borgarstjórin vil gjarna sammeta sjúkrahúsið við millum annað røktarheim. So vítt eg veit er tað ongin av teimum mætu í Havn sum ganga við tonkum um, at niðurleggja nakað røktarheim í Klaksvík. Men teir ætla í hvussu er at niðurleggja sjúkrahúsið.

Onkur hevur sovið í tímanum og nú er ov seint. Skaðin er hendur. Deildin er spillt og tað fer at halda áfram. Landssjúkrahúsið hevur buktina og báðar endarnar.

Sjúkrasystrarnar hava skilt vandan. Fleiri komu til mín í gjár og søgdu, at eg áttið at fingið eitt klemm fyri mína verju av funktiónunum her í húsinum. Tær kenna tann ítøkiliga trupulleikan og øtast yvir hvusu tær við fakligu æruni varveittari kunnu arbeiða á eini sovornari deild.

Vinarliga – Jákup Petersen