Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fer gamli ”bækken – skolarin” nú í søguna. Í staðin fyri at nýta stálíløt tá seingjarliggjandi sjúklingar skulu hava nakað av sær, so vera tað eingangsíløt, ið frameftir verða brúkt, og arbeiðisfólkið á sjúkrahúsinum skal ikki longur reinsa , vaska og skrubba stálíløt til umafturnýtslu.
Reinari umhvørvi, at minka um vandan fyri bakteriuútbreiðslu er eitt must hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí er Klaksvíkar Sjúkrahús farið undir eina heilt nýggja skipan, ið ikki er brúkt í Føroyum fyrr, tá sjúklingarnir skulu hava nakað av sær.
Í vikuni vóru vit við, tá nýggja tólið bleiv víst fram fyri fyrstu ferð, fyri sjúkrahúspersonali. Í stuttum er broytingin, at sjúkrahúsið hevur keypt ein nýggjan ”bækkenknúsara”, sum í veruleikanum er ein kvørn, ið knúsar ”bækken” og alt sum er í, og sum samstundis er bundin at kloakkini, soleiðis, at sjúkrafrøðingar og hjálparfólk bert skulu koyra eingangsíløtini í nýggju kvørnina og so klárar kvørnin rest.
Jona Nielsen, starvsfólkaleiðari sigur, at hetta nýggja tóli fer at lætta um hjá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, men ikki minst er trygdin fyri spjaðing av bakterium enn størri enn hon hevur verið frammanundan.
Á myndunum niðanfyri, vísa Agnas Absalonsen og Miriam Hjelm hvussu nýggja kvørnin virkar. Eisini sæst Miriam Hjelm vísa gamla ”bækkenskolaran” og gomlu stálíløtini, ið higartil hava verið nýtt:




