Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaútgáva á Viðareiði: Hválvið lýst við myndum og teksti

Tíðindaskriv

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein bók verður útgivin á Viðareiði – men líka við!Fyri minni enn einum ári síðani – í mai mánaði í fjør – var bókin um Jústa-ættina útgivin her. Nú verður aftur ein forvitnislig bók útgivin á Viðareiði. Henda bókin kallast: ”HVÁLV fest í heimligt jørðildi”.

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein bók verður útgivin á Viðareiði – men líka við!
Fyri minni enn einum ári síðani – í mai mánaði í fjør – var bókin um Jústa-ættina útgivin her. Nú verður aftur ein forvitnislig bók útgivin á Viðareiði. Henda bókin kallast: ”HVÁLV fest í heimligt jørðildi”.
Hetta er ein sjáldsama vøkur bók, sum sýnir okkum himmalhválvið, og tær dýrdarnætur, ið vit stundum hava, tá ið einki skýggj og einki tám órógvar loftmyndina.
Tað eru teir báðir, Pól Jespersen og myndamaðurin, Jóannis Sørensen ið hava lagt bókina til rættis, og sum forlagið Sprotin gevur út.
At framløgan av bókini júst er á Viðareiði, kemur ikki av ongum: Ungi og dugnaligi myndamaðurin er nevniliga ættaður hiðani, og verður sjálvandi við, tá kvøldsetan verður í Viðareiðis skúla nú mikukvøldið klokkan 20.

Skráin fyri kvøldið er henda:
20:00 Vælkoma
20:05 Hugleiðing – Jonhard Mikkelsen
20:15 Tónleikur – Kristian Blak og Torleik Mortensen
20:20 Bókarframløga – Um bókina og verkætlanina – Pól Jespersen og Jóannis Sørensen
20:35 Tónleikur og myndir – Kristian Blak og Torleik Mortensen
20:50 Hugleiðing – Poul Guttesen
21:00 Kaffi og bókasøla
Tú ert eisini vælkomin.

“Hver dag er en sjelden gave”

(Mads Nielsen, danskur apotekari og rithøvundur (1879-1955))