Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Himnahválvi

Jóhannes M. Olsen

Í hesum døgum ferð fram stór fyrireiking fyri at kunna húsað flest møguligum gestum, sum væntast vitja Føroyar.Tað sigst umframt tey á landi, ætla nøkur at uppihalda seg umborð á flogførum onnur á skipi, meðan sólarmyrkingin ferð fram, um stutta tíð.

Í hesum døgum ferð fram stór fyrireiking fyri at kunna húsað flest møguligum gestum, sum væntast vitja Føroyar.Tað sigst umframt tey á landi, ætla nøkur at uppihalda seg umborð á flogførum onnur á skipi, meðan sólarmyrkingin ferð fram, um stutta tíð.

Tað kann vera áhugavert at lesa og hoyra um rúmdina og hválvið, sum vísindin veit um at siga. Søgan veit at mannaættin frá fyrstum tíð granskaðu rúmdina, t.d. tykist kaldeiskur vísdómur hava verið frammarlaga í tátíðini, serliga í astronomi og stjørnuvísind.

Bábilonski kongurin Nebudkanesar, gav undirsáttum sínum boð um, at t.d. hertiknu og burturførdu jødisku tannáringarnir, Dánjal og vinir hansara, nú teir vóru herleiddir til Babylon, skuldu fyrireikast og skúlerast til allan Kaldeiskan vísdóm fyri m.a. at gerast líkir kaldeisku vísmonnum kongsins í astronomi og stjørnuvísdómi o.ø. íð lá frammarlaga sum lærugrein á fróðskaparsetrum teirra.

Tað sum kemur mær fyri áhugavert í hesum sambandi er, at Jesus sjálvur (Matt.24,15) endurtekur brot úr bók Dánjals, hvørs tíðing eg havi lisið og hoyrt um, røkkur, siga bíbliukøn, til afturkomu Jesusar, har vit m.a lesa at í teimum døgum skullu henda stór tekin á Himmalhválvinum, sólin skal myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skullu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftir.

Nógv er skriva og talað um hesa komandi hending, men tíðarfestingina kennur ongin uttan ein, nevnuliga faðirin einans.

Men sólamyrkingin sum stendur fyri durum, vita vit um og hava nógv av okkum áður uppliva eina myrking, sólamyrkingin minnir um blach out og tað kenna vit.

Siðuleypandi er spurningurin um óvannligar, framúrskarðandi hendirgar, m.a. skapanin av jørð og rúmdini, sum man á lærustovnum o.s.v runt knøttin er komin til tað niðurstøðu um, má vera komin av ongum, sum um nakað kemur av ongum -.

Vísindin tykist nærum altíð, at skulla byrja við útgangsstøði í, at taka støðu frá ella útfrá ókendum evnum, her má sjálvt ein alminduligur bygdadrongur, hugsa at onkur má hava og roknar framdeilis grúðuliga galið her. (sí Johs.1,3)

Vísindin áleina hevur ikki nakað endaligt svar angangandi upprunanum ella formálinum av sólskipanini. Tað hevur bert Kristus skaparin:” sum allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans er fjaldir í “.(Col.2,3)

Her verður als ikki hugsa um, at vit skullu niðurleggja, uppgeva alla vísindaliga kanning og granskan, tvørturímót, Bíblian hevur og kemur at staðfesta ella avvísa flest øll kanningarúrslit.

Her verður miða ímót, at vit menniskju mugu viðlíkahalda støðuna av ærufrykt og andaligum eymjúkleika í allari vísindarligari kanning.

At enda er universi Guðs og avspeglar eginleikar hansara av perfektari kraft, vísdómi og kærleika. Men sum alt hansara er skipan í, vísmaðurin Paulus skrivar:”Tí rósi eingin sær av menniskjum, tí alt er tykkara, hvørt tað so er Paulus ella Apollus, ella Kefas, ella heimur, ella lív, ella deyði, ella hit verðandi, ella hit komandi, alt er tykkara, men tit eru Krists, men Kristus er Guðs.” og avspeglar eginleikar hansara av perfektari kraft, vísdómi og kærleika.