Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat skal Føroyar liva av í komandi tíðum

Óli M. Lassen

Tað eru nógv atlit at taka í samband við eina nýggja fiskivinnuskipan skrivar sambands politikarin um fiskivinnunýskipanina Eivind H.Jacobsen.Tað sum politikarin skrivar, er sera rámandi og lýsir sera greitt tað viðgerð, politiska skipanin hevur havt av fiskivinnuni. Hendan viðgerð er eyðkend, av at hon hevur mestsum einki við rakstur og lønsemið hjá fiskivinnuni at gera, men bert atlit, ið hava til endamáls at leggja fótonglar fyri vinnuna og fylla ein landskassa sum hevur strukturelt hall.

Tað eru nógv atlit at taka í samband við eina nýggja fiskivinnuskipan skrivar sambands politikarin um fiskivinnunýskipanina Eivind H.Jacobsen.Tað sum politikarin skrivar, er sera rámandi og lýsir sera greitt tað viðgerð, politiska skipanin hevur havt av fiskivinnuni. Hendan viðgerð er eyðkend, av at hon hevur mestsum einki við rakstur og lønsemið hjá fiskivinnuni at gera, men bert atlit, ið hava til endamáls at leggja fótonglar fyri vinnuna og fylla ein landskassa sum hevur strukturelt hall.

“Tað eru nógv atlit at taka um eina nýggja fiskivinnuskipan: veiðiloyvi, gildistíðir, uppboðssøla, heildarkvotur, eginkvotur, fiskidagaskipan kontra kvotuskipan, útlendskur ognarskapur og kapitalur í føroyskum fiskiførum, øll veiða um føroyskan bryggjukant, fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.” Skrivar Eivind H. Jacobsen á Norðlýsinum 4 mars. 2015

Øll omanfyri viðurskiftir eru mestsum púra óviðkomandi, um tey ikki verða sett inn í ein størri samanhang. Spurningurin er hvussu skapa vit lønsemið hjá feløgum, ið eru í fiskivinnuni og hvussu skapa vit trygg viðurskiftir fyri vinnuna. Samstundis er sera viðkomandi at spyrja, hvat er tað fyri samfelag vit ynskja? Ynskja vit eitt samfelag har nógv fólk eru arbeiðsleys? Og sera fáar stóra vinnueindir við góðum lønsemið? og eini 2.000 færri starvsfólkum innan fiski- og flakavinnuna?

Mestsum alt ið verður tosa um í fiskivinnureforminum, ger tað enn meira ótrygd og førir til at vit fáa eina enn størri konsentratión av rættindum á fáum hondum – tí vanligi fiskimaðurin tímir ikki at fáast við sovorðið putl sum uppboðssølur av rættindum í tíð og ótíð og ótryggleika um longdina av loyvinum t.d. 1 ár ella 5 ár. Bara 2 línuskip og 2 trolarar (nýbygningar) til botnfiskaveiðu kosta lættliga 500 milliónir krónur. Bara at niðurrinda vanlig gomul fiskiskip tekur nógv ár, tí er tað heilt ófatuligt, at tað ikki verður tosa um 10 til 20 ár á loyvum. Tað verður nógv tosa um tey ið skulu koma inn í vinnuna, eingin tosar um allar teir vinnulívsmenn / sjómenn ið er koyrdir úr vinnuni orsaka av politiskum avgerðum og væntandi politiskum avgerðum.

Hvør leiður okkara stóru vinnufyritøkur

Spurningurin í hevur veri nógv frammi er hvør eigur vinnulívið, men her er meiri áhugavert at spyrja hvør stýrir feløgum í føroysku fiskivinnuni.

Fyri samfelagið er tað áhugavert hvør leiðir okkara vinnufyritøkur fyri at skapa vøkstur og fjølbroytni og harvið fáa hóskandi vinnugreinar í samfelagnum, sum kasta nokk av sær til samfelagsbúskapin, og tað er hetta vit eiga at viðgera í nógv størri mun. Tað kann verða sera sunt, at vit hava átta fyritøkur í hava ein umsetning omanfyri 5 milliardir krónur. Um rætt verður atborið, so kunnu hesi feløg verða katalysatorur i framhaldandi vinnumenning og fjølbroytni. At taka eykaskatt frá hesum vinnufeløgum til landskassan skapar als ikki framburð og øktan dynamikk í vinnulivinum og samfelagnum sum heild.

Fiskivinnureformurin 2010

Fyrst er at siga, at tað er framdur ein risa fiskivinnureformur í Føroyum seinastu árini, stór havøki eru friða, skerjingar í fiskidøgum. Djúpvatnstrolarar og partrolarar eru lagdir í ein bólk uttan minstu viðgerð. Útlutan av nýggjum rættindum, serliga til trolaraflotan, samstundis sum vit síggja ein risa niðurgongd í húkaflotanum. Nýggj uppisjóvarrættindi eru útlutað til ávís feløg, har kriterið hevur verið, at tú skalt eiga eitt trol / trolara, og einki krav um at uppisjóvarveiða hevur verið partur av teirra virksemið nakrantíð.


Hvat skal Føroyar liva av ?

Øll lond hyggja eftir hvat fyri vinnugreinar landið hevur og hvussu man kann flyta seg til so góðar vinnugreinar sum møguligt. Har man sum samfelag hevur nógvar royndir, roynir man at styrkja hesi økir soleiðis, at hesar vinnugreinar kunnu skapa neyðug virðir fyri samfelagið. Sjálvt felagið hjá akademikarunum rópar varskó um skeiva gongd á arbeiðsmarknaðinum við nógvum arbeiðsleysum akademikarum. Undirvísingarmálaráðið í DK roynir at fáa fólk at taka útbúgvingar, ið væntandi fara at geva samfelagnum besta ágóða, verkfrøðingar v.m. Eisini hava bæði Danmark & Noreg fingið eyguni upp fyri, at tað er neyðugt at uppraðfesta maritimu útbúgvingarnar, tí londini vita, at samfelagsliga geva størv í frálandavinnuni, shipping og fiskivinnuni risa inntøkur til londini bæði sum hýrur og avleidd virksemið.

Í Føroyum eru vit farin øvugtan veg og hava valt ikki at viðurkenna at nógv fólk í flaka, fiski- og frálandavinnuni geva gott avkast til samfelagsbúskapin. Hvar hava vit sum land nakrar av okkara bestu førleikum ?, jú nevniliga innan sjóvinnu. Yvirmenn, fiskimenn og dekkarar v.m. Tí er fokus farið heilt av kós, tá vit í dag síggja, at stórir partar av trolaraflotanum og útróður- og línuflotanum hava tað trupult. Harvið er sera stór niðurgongd í arbeiðsplássum innan hesar vinnugreinar.

Hetta førir við sær, at tann natúrliga tilgongdin til maritimu vinnurnar minkar og harvið minkar framtíðar inntøkurnar frá hesum týðandi vinnugreinum. Her skal sigast, at tað eru fólk, ið halda at nøkur fá skip megna at fáa risa avkast og bera landinum uppi. Hetta eri eg ikki samdur í, tí er í fleiri ár frameftir neyðugt at hava eina rímiliga stóra vinnugrein flaka- & fiskivinna, tí vit hava ikki alternativar vinnur enn, sum kunnu “avlasta” hesar týðandi vinnur fyri samfelagsbúskapin.

Samstundis sum vit síggja at allur fiskur møguliga skal lóggevast uppá land í Føroyum so hava peningastovnarnir, ið hava fingið stórar hjálpipakkar frá samfelagnum, uttan viðgerð flutt KT tænastur av landinum fyri 100 tals milliónir krónur. Út frá hesum kunnu vit siga, at peningastovnarnir greitt hava sagt, at vit í Føroyum ikki hava neyðugar førleikar til at hava eina góða vinnugrein innan KT, tí er spurningurin enn meira aktuellur hvat skal Føroyar liva av. Tá vit útbúgva fólk í hópatal innan KT men ikki vilja nýta førleikarnar hjá mongu dugnaligu KT fólkunum. Samstundis sær út til at nógv halda at vit skulu hava eina so lítla fiskivinnu sum møguligt, bara hesi feløg hava gott lønsemið, ið aftur kann nýtast sum sovipúta og til at fylla upp í landskassan. Tí er tað sera harmuligt at heilt grundleggjandi viðurskiftir innan vinnubuskap og samfelagsbygna ikki verða tikin við í eina sakliga viðgerð av framtíð Føroya. Fólkið hevur bæði evnini og viljan, tað er ikki har trupulleikin liggur.

Óli M. Lassen, hevur lisið Samfelags- & Vinnubúskap á RUC. Koncernstýring, strategisk planleggjan á økonomistýring v.m. á cand.merc. studiunum á CBS. Hevur í mong ár arbeitt við fiskivinnuviðurskiftum, sum reiðari og skrivað frágreiðingar um fiskivinnu fyri Fiskimálaráðið.