Tað sigur Agnar Joensen, skipari á Grønanes, ið liggur klárur at loysa til nýggjan túr. Eg skal ikki lata so illa at fiskiskapinum, men eg veit ikki um eg havi verið út fyri vánaligari tíð til veður, hetta síðani nýggjár.
Bátarnir hava roynt fyri tað mesta eystanfyri, í Holinum, og Nólsoyarbankanum, men sum sagt, tað hevur verið ótrúliga hart veður, so vit vóna betri dagar nú. sigur Agnar Joensen, skipari á Grønanes.
Allir fimm bátarnir, sum komu inn mikudagin og hava ligið nú illveðrið hevur leika í, eru nú klárir at fara aftur á nýggjan túr. Stjørnan loysti júst, sum Norðlýsið tók myndir ímorgun. Trolararnir sum síggjast á myndunum eru Safir og Smáragd, teir norðastu bláu, teir reyðu, Stjørnan og Polarhav, og grái trolarin er Grønanes.




