Í góðveðrinum fríggjadagin vórðu tey fyrstu fimm fylgjarakortini handað á Rúnarvegi í Runavík.
Í góðveðrinum fríggjadagin vórðu tey fyrstu fimm fylgjarakortini handað á Rúnarvegi í Runavík.
Fólk, ið hava tørv á fylgjara
Seinastu árini hevur Meginfelag teirra brekaðu arbeitt fyri at gera fylgjarakort til veruleika í Føroyum. Ynski tekur støði í grein 30 í ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, har rættindini til at vera við á jøvnum føti við onnur í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti verða viðurkend.
Í Føroyum eru nøkur, ið hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk. Í skuggafrágreiðingini, sum MBF lat ST nevndini í apríl 2014, heittu limafeløgini á ST nevndina um at áleggja Landsstýrinum at skipa soleiðis fyri, at fólk, ið bera brek, og sum hava brúk fyri stuðli, bert gjalda fyri sína egnu luttøku og egnan ferðaseðil.
Fylgjarakortið veruleiki
Í Mentamálaráðnum 18. desember 2014 gjørdist fylgjaraskipanin veruleiki. Tá skrivaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF undir avtaluna, sum kom í gildi 1. januar 2015.
MBF fegnast um avtaluna, ið var fyrsta stigið á leiðini. Í fyrstu atløgu vóru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevndi um. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.
29. januar var avtalan síðani víðkað, tá ið avtalan ímillum Smyril Line og MBF varð undirskrivað umborð á Norrønu.
Arbeiða víðari
Við vón um, at fylgjarakortið fer at geva fólki, ið bera brek, fleiri spennandi og mennandi møguleikar at vera við í gerandislívinum á jøvnum føti við aðrar føroyingar, verður arbeitt víðari við at víðka fylgjaraskipanina – eitt nú við Føroya Kommunufelag.
MBF gleðist veruliga um hetta frambrot og takkar fyri vælvild. Á heimasíðuni mbf.fo liggja umsóknarbløð og leiðreglur fyri fylgjarakortið.




