Toppskjúttin hjá HB fekk trupulleikar við knænum móti KÍ og er ivasamur til komandi dystirnar hjá HB, sigur leikarin sjálvur.
Toppskjúttin hjá HB fekk trupulleikar við knænum móti KÍ og er ivasamur til komandi dystirnar hjá HB.
Pál Mohr Joensen er toppskjútti hjá HB fyrstu tvey umførini, har hann í tveimum dystum hevur skorað tvey mál. Móti ÍF skoraði hann einsamalla HB málið og móti KÍ setti hann hol á. Men eftir einum tíma mátti hann av vøllinum, tá ein at síggja til álvarsamur skaði hendi við knænum. Pál mátti av vøllinum á børu. Men leikarin sjálvur veit ikki enn, hvussu álvarsamur skaðin er.
– Eg fái ikki vant og eg vænti ikki, at eg spæli í vikuskiftinum. Sum nú er, so lítil kjansur fyri tí, men vónandi finna vit skjótt útav hvat tað er sum feilar. Eg veit ikki heilt, hvussu álvarsamur hann er enn, men eg vænti og vóni, at hann ikki er so álvarsamur. Eg minnist/veit faktisk ikki hvat hendi, men eg hoyrdi okkurt klikk, so møguliga havi eg staðið fastur ella okkurt líknandi, sigur Pál Mohr Joensen við Norðlýsið í kvøld.




