Nú norðoyggjar verða miðdepil í nógv umrøddari sólarmyrking, kom mær til hugs eina søgu, sum eg sum smádrongur vesturi á Zarepta hoyrdi Jukim Olsen úr Svínoy greiða frá og sum pápi hansara hevði upplivað í svartasta myrkri eftir ein útróðrartúr í Svínoy tíðliga í farnu øld.
Nú norðoyggjar verða miðdepil í nógv umrøddari sólarmyrking kom mær til hugs eina søgu, sum eg sum smádrongur vesturi á Zarepta hoyrdi Jukim Olsen úr Svínoy greiða frá og sum pápi hansara hevði upplivað í svartasta myrkri eftir ein útróðrar túr í Svínoy tíðliga í farnu øld.
Jukim Olsen var leiðari hjá einum bólki av dreingjum á barnalegu vesturi á Zarepta og áðrenn vit skuldu leggja okkum til hvíldar læs Jukim um eina kenda sólarmyrking, sum var í tríggjar dagar, í Egyptalandi úr 2. Mósubók.
….. Nú segði HARRIN við Móses: “Rætt upp hondina móti himli, so skal slíkt myrkur koma yvir Egyptaland, at tikið skal kunna verða í tað!” Móses rætti tá upp hondina móti himli, og í tríggjar dagar varð tjúkt myrkur í øllum Egyptalandi…..
Jukim steðgar á hyggur upp úr Bíbliuni og við síni heilt sermerktu svínoyardialekt greiddi hann soleiðis frá:
….Pápi mín hevur einaferð fortalt fyri mær…. At hann saman við øðrum svíningum var afturkomin av útróðri í svartastu niðu og sera trupult var at draga bátin tí menn sóu lítið og einki….
…. Tá teir endiliga høvdu fingið bátin í neystið…. settust menn at rinda møðina og myrkrið var so tjúkt at teir sóu ikki hvønn annan – tað var sum í Egyptalandi…. Teir kundu taka í myrkri….segði pápi.
(Vit smádreingir sótu sum á nálum meðan Jukim greiddi frá):
… Pápi segði fyri mær at meðan teir soleiðis sótu og tigandi kendu tjúkka myrkri rundan um seg – fekk hann sær ein skrá….. men myrkri var so tjúkt at hann stakk skráina í oyrað….. fortaldi Jukim álvarsamur – men við smílandi eygum.
Tá eg fleiri ár seinri spurdi Jukim um hann mintist søguna, svaraði hann játtandi og legði afturat:
….. Pápi fortaldi okkum ofta um hesa hending…. Men hann plagdi at leggja afturat…. at hetta var altso tað myrkasta hann hevði verið við til!!




