Hagtølini eru ikki við klaksvíkingum, tá teir sunnudagin vitja Víking í Sarpugerði í Norðragøtu.
Hagtølini eru ikki við klaksvíkingum, tá teir sunnudagin vitja Víking í Sarpugerði í Norðragøtu.
Víkingur spældi fyri fyrstu ferð í bestu deildini í 2008. Síðani tá hava Víkingur og KÍ spælt 18 dystir móti hvørjum øðrum í bestu deildini. 9 ferðir hevur Víkingur havt heimavøll umframt, at ein dystur í steypakappingini bleiv leiktur í fjør. Av hesum hevur KÍ vunnið einaferð, men tá spældi Víkingur sínar heimadystir í Fuglafirði, tí nýtt graslíkið bleiv lagt á vøllin í Sarpugerði í 2012.
Sostatt hevur KÍ ongantíð vunnið á Víkingi í Sarpugerði, har teirra heimavøllur vanliga er.
2008:
Víkingur-KÍ 3-3
Víkingur-KÍ 0-0
2009:
Víkingur-KÍ 4-1
2011:
Víkingur-KÍ 2-1
2012:
Víkingur-KÍ 0-1 (Spældur í Fuglafirði)
Víkingur-KÍ 4-3
2013:
Víkingur-KÍ 1-1
Víkingur-KÍ 4-3
2014:
Víkingur-KÍ 3-0 (Løgmanssteypið)
Víkingur-KÍ 1-1
Dystir: 10
Víkingur vunnið: 5
Javnt: 4
KÍ vunnið: 1 (Í Fuglafirði)




