Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aladdin í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein spennandi, romantiskan og stuttligan leik. Í døgunum 21. mars til 27. mars sýnir breytin fram sangleikin “Aladdin og magiska lampan” í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er fyri øll – bæði stór og smá.

”Aladdin og magiska lampan”fer fram í gamal Arabia fyri mongum, mongum árum síðani. Vit hitta Aladdin, fitta, festliga og sjarmerandi gøtudreingin, sum eisini dugir at gera skálkalótir. Jasmine, prinsessan, og Aladdin gerast góð, men ymiskar forðingar eru. Ikki minst Jammal, óndi gandakallurin, og systir hansara gera um seg. Sultánurin og drotningin, ið er ein ordans groyggja, eru sjálvsagt eisini við. Andin í lampuni uppfyllir sjálvsagt ynski, og nógvir aðrir leiklutir eru eisini og gera sítt til, at leikurin bæði er stuttligur, spennandi og romantiskur.

Sangleikurin inniheldur góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið spæla.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum, Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis. Marjun og Bárður hava í felag tikið sær av sjónleikinum.

Fyrstu almennu sýningarnar eru leygarkvøldið 21.mars kl 20 og sunnukvøldið 22.mars kl 20.

Annars verður skipað fyri skúlasýningum og øðrum almennum sýningum í næstu viku.

Nærri kunning á www.ffs.fo