– sum alment hóttir Danmark við kjarnorkuvápnum! Okkara politikkur mótvegis Russlandi er farnu árini vorðin meira og meira ivasamur.
– sum alment hóttir Danmark við kjarnorkuvápnum!
Okkara politikkur mótvegis Russlandi er farnu árini vorðin meira og meira ivasamur.
Tá ljósið verður varpað á russiska politikkin er tað undranarsamt, at vit skulu vera millum tey heilt fáu, sum alment síggja burtur frá vaksandi agressivitetinum hjá Putin og hansara ræði, har dráp og valdsmissnýtsla eru partar av gerandisdegnum, sensurur er meginreglan, politiskir andstøðingar verða burturbeindir (myrdir) og har liðið av oligarkum, sum hava ríkað seg upp umvegis síni politisku sambond við Putin og fylgisneytar, hóreiggja sær sum teimum lystir.
Samstundis, sum hesir hava tryggjað Putin eina persónliga ogn uppá minst 40 milliardir dollarar.
Og hetta hendir meðan vit knýta sokallað vinabond við russar, har Putin (úr rúgvuni):
· hevur hertikið Krim,
· er upprunin og orsøk til ræðuleikarnar í eysturUkraina, har m.a. eitt ferðafólkaflogfar í fjør varð skotið niður av russiskt-stuðlaðu seperatistunum,
· alment stuðlar Assad í Sýria, sum hevði við sær, at nærum eingi átøk vóru framd móti Sýria, meðan høvi var – úrslitið kenna vit, burturúr knæfallinum fyri Putin spurdist m.a. ISIL, sum nú herjar, myrðir og samstundis vanvirðir allan átrúnað, mannarættindi og javnstøðu.
Harumframt stuðlar Putin kjarnorkuætlanini hjá Iran, er andstøðingur til Ísrael og annars hóreiggjar sær á altjóða pallinum í alliansum við teimum, sum háða grundleggjandi fólkaræðilig virði.
Grannalondini hjá Ruslandi eru gyrd í brøkur av hóttandi atgerðunum og retorikkinum frá nationalistunum í Kreml.
Pólland og ikki minst Baltisku londini kenna seg sjónliga hótt – og tað av góðum orsøkum.
Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði talsmaðurin hjá Putin, Sergej Markov, í svenskum sjónvarpi frá, at Lettland og Litava ikki kundu vænta nakra sjálvstøðuga tilveru, gjørdist kríggj veruleiki?!
Hetta bleiv fráboðað, samstundis sum svenska sjóverjan var sannførd um, at russar enn einaferð gjørdu seg inn á svenskt territorialt øki.
Provokatión
Ímeðan sendu russar, í reinari provokatión, seinastu 8 mánaðirnar í 2014, í minst 40 umførum, hernaðarflogfør ímóti ella inn um NATO-loftrúm, har russisku flogførini flugu við sløktum respondarum til stóran ampa fyri sivilu flogferðsluna.
Og í dag er so russiski ambassadørurin í Danmark, Mikhail Vanin, í donskum miðlum endurgivin fyri at hótta Danmark við kjarnorkuálopi um danir gerast partur av antimissil verndarskjøldrinum, sum NATO og USA hava arbeitt við farnu árini.
Hetta er ræðandi og ein rein provokatión. Russar vita sjálvsagt, at antimissil-skjøldurin als ikki er ein hóttan móti teimum, men er ætlan at verja Evropa og USA móti rakettálopum frá bølmennislondum (slyngelstater), har einki skil er á fatanini millum fólkaræði, javnstøðu og so nationalistiska/hugsjónarliga og religiøsa (muslimska) fanatismu.
Annað ferðamál í mai
Mongu skakandi tilburðirnir á altjóða leikpallinum farnu árini, har russar (Putin og co.) eru upprunin og orsøkin, eiga og skulu hava mótspæl. Okkara lutur er sjálvsagt avmarkaður. Kortini er tað okkara ábyrgd at hava greiðar meiningar um valds(miss)nýtsluna hjá russum nú.
Vit eru nú tíverri aftur á einum vegamóti, júst soleiðis sum vit vóru undir kalda krígnum.
Okkara lutur eigur sjálvsagt at vera, at vit av heilum huga taka greiða frástøðu frá politisku hernaðarligu atgerðunum hjá russum, teirra stuðul til antidemokratisk stýri og hóttanir móti fólkaræðunum vestanfyri.
Eitt lítið stig á leiðini er at boða russiska ambassadørinum í Danmark frá, at er hann rætt endurgivin í miðlunum í vikuskiftinum, eigur hann at finna sær annað ferðamál í mai í ár.
Bjarni Djurholm




