Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyum” hevur stórt tiltak í ”SMÆRUNI”, týsdagin kl. 15.00.

Tíðindaskriv

”Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyum” hevur stórt tiltak í ”SMÆRUNI”, týsdagin 24. mars 2015 – kl. 15.00.

Rumeniahjálpin 04 2014
23.03 2015

”Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyum” hevur stórt tiltak í ”SMÆRUNI”, týsdagin 24. mars 2015 – kl. 15.00.

Skráin:

Sørin Djurhus, brunaumsjónarmaður greiðir frá túri í Eysturevropa.

Unn – og Absalon Østerø, syngja.

Burturlutan verður eisini við nógvum góðum vinningum.

Innkomni peningurin fer til arbeiðið hjá Absaloni Matras.

Nú, tá kvøldskúlar og annað vetrarítriv fer at halla, fara somuleiðis tær kvinnurnar, sum í vetur hava sitið og seymað teppi í Smæruni, at taka summarsteðg til heystar.

”Áhugabólkurin fyri Eldri”, hevur staðið fyri hesum arbeiði. Tað er soleiðis, at nógvar kvinnur hava sitið og bundið ”fýrakantar”, sum tær lata inn til Áhugabólkin, ið síðani skipar fyri at seyma fýrakantarnar (8cm x 11cm) til teppi. Til hvørt teppi fara 88 fýrakantar. Sostatt hava vit seymað 3784 fýrakantar saman til 43 teppi.

Áhugabólkurin fer við hesum at senda eina hjartans tøkk til øll tey mongu, ið hava sitið og evnað til fýrakantarnar, sum teppini verða gjørd av.

Teppini verða latin til Absalon Matras, ið síðani býtir tey út til fátøk fólk í t.d. Polandi og Rumeniu.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna til tiltakið hin 24. mars 2015 kl. 15.00

Áhugabólkurin.

Harleyfacadeacryl