Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira upsi í ár enn tey nógvu seinastu árini hjá snellubátunum

Oliver Joensen

Tað siga teir báðir, Óli Olsen, skipari á Havsbrún og Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus. Í morgun aveirðir Karlamagnus 15.000 pund av upsa til Kósina eftir at hava roynt í tveir dagar hendan túrin, Karlamagnus hevði onkrar trupulleikar við maskinuni hendan túrin. Havsbrún avreiðir knøpp 40.000 pund, eisini til Kósina.

Vit hittu teir báðar í messuni á útróðrarbátinum Havsbrún ímorgun. Teir vóru báðir samdir um, at tað hevði støðugt gingið betur við snelluveiðuni eftir upsa hesi seinastu árini, og at fiskiskapurin ikki hevði verið so góður í nógv ár, sum hann var nú. Vit hava báðir fingið um 10.000 pund hvønn dag vit hava roynt hendan mánaðin. Karlamagnus hevur roynt í seks dagar tilsamans hendan mánaðin og hevur fingið 60.000 pund og Havsbrún hevur roynt í 8 dagar hendan mánaðin og hevur fingið 80.000 pund tilsamans. 

Ikki tíð, siga teir báðir, vit hava árini frammanundan fingið onkran góðan dag, men so javnt gott fiskarí sum í ár, skulu vit fleiri ár aftur í tíðina fyri at finna hjá snelluskipunum. Tað er líka við, at vit í ár kunnu kappast við trolararnar, leggur annar afturat.