Tríggir nýggir mans skulu í uppstillingina móti Rumenia í mun til seinasta landsdystin, sum var tann søguligi móti Grikkalandi.
Útmeldingarnir frá føroyska hópinum, sum Rás 2 m.a. hevur víst á, eru, at ætlanin er ikki at rokera óneyðuga nógv og samstundis er ætlanin at royna at kunna spæla so nógv sum gjørligt og ikki einans bara verja.
Tað ger, at tað er eitt sindur lættari at tippa um uppstillingina, har tríggir nýggir mans skulu inn. Føroyska liðið í Grikkalandi byrjaði soleiðis:
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan SómunEdmundsson.
Jónas Tór Næs, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen eru ikki við hesaferð. Útileikararnir sum eru at velja ímillum til tey plássini eru: Odmar Færø, Jóhan T. Davidsen, René S. Joensen, Gilli Sørensen, Pól Jóhannus Justinussen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen og Andreas L. Olsen.
Jóhan og Róaldur koma inn
Til høgra bakk er neyvan nakað ivamál um, at tað verður Jóhan T. Davidsen, sum tekur plássið. Hann hevur seinastu árini av ymiskum orsøkum verið nógv út og inn úr landsliðshópinum, men støðið hevur hann allatíðina hildið høgt í HB. Í ár hevur hann eisini leikt nakrar dystir á høgra bakki hjá HB eins og hann fyrr hevur spælt á báðum bakkunum á landsliðnum.
Til miðvøllin skulu tveir mans inn. Róaldur Jakobsen spælir har til dagligt og er millum profilarnir í føroysku kappingini. Hann byrjaði móti Finnlandi og tað er nógv sum bendur á, at hann fær annað plássið.
Hvør fær seinasta plássið?
Velur landsliðsvenjarin at eingin av hinum leikarunum skal rokera í mun til Grikkalands dystin, so verður René S. Joensen møguliga leikarin, sum spælir undir liðuni á Róaldi. Lars Olsen gjørdi greitt, tá René bleiv úttikin, at hann var úttikin sum miðvallarleikari. Tað kann benda á, at hann er eitt gott boð, men hinvegin, so var hann ikki úttikin í fyrstu atløgu og tað setur spurnartekin við, um hann ætlaður at byrja inni. René hevur spælt á sentrala miðvøllinum hjá HB í ár, har hann hevur spælt sannførandi m.a. í Klaksvík og tí kunnu t.d. góð avrik undir landsliðsvenjingunum hava givið honum møguleikan. Og móti Ungarn og Grikkalandi seinast sóu vit, at tað kann loysa seg at koyra ein form sterkan leikara úr heimligu kappingini inn á liðið, tá Sølvi Vatnhamar í sínum fyrstu landsdystum spældi framúr væl. Verður tað ikki René og allir hinir 8 leikararnir framvegis skulu spæla á sama plássi sum móti Grikkalandi, so verður neyðugt at brúka leikara, sum ikki er vanur við at spæla á sentrala miðvøllinum. Tað er neyvan besta loysnin. Hinvegin kann Lars Olsen – sum er tann næst besti føroyski landsliðsvenjarin í søguni, tá tað kemur til úrslit á útivølli – meta tað vera neyðugt at geva onkrum leikara nýtt pláss í mun til Grikkaland dystin, tí við Róaldi og René, so verður talan um miðvøll, har eingin hevur nevniverdar A-landsliðsroyndir. Teir flestu av teimum møguleikunum gera tað neyðugt, at tveir leikarar skifta pláss, og so eru knappliga 5 pláss mannað av nýggjum í mun til dystin í Grikkalandi, har føroyska liðið spældi ein framúr góðan dyst. Men í øllum førum tykist rættiliga upplagt, at Jóhan T. Davidsen og Róaldur Jakobsen vera tveir av nýggju monnunum, og so er bara ivamál um seinasta plássið í uppstillingini.
Eitt boð uppá uppstillingina
Landsliðsvenjingin í Rumenia í kvøld fer helst at geva bestu ábendingina, men skulu vit tippa og við útmeldingunum í huga um fáar ella ongar rokeringar, so kann liðið fara at síggja soleiðis út, men her skal dentur leggjast á, at hetta er ein tipping, sum onga venjing t.d. hevur at fyrihalda seg til:
(4-2-3-1) Gunnar Nielsen – Jóhan T. Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Róaldur Jakobsen, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson.
Landsdysturin í Rumenia byrjar kl. 17.00 sunnudagin og KVF vísir dystin.
Les eisini:
Lars Olsen er næst mest vinnandi landsliðsvenjarin á útivølli




