Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara eftir góða avrikinum

Jákup Ósá

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á landsliðnum, sigur, at landsliðið fyrst og fremst fer eftir at avrika væl, har allir mans geva alt sum teir kunnu. 

Í FSF varpinum hesaferð, sum er tikið upp í Rumenia í kvøld, tosa Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen um landsdystin móti Rumenia. Eisini er samrøða við liðskiparan Atla Gregersen, sum somuleiðis leggur dent á, at neyðugt er at avrika væl. Hann dylur ikki fyri, at tað er ein heiður at vera liðskipari á føroyska landsliðnum.