Mánadagin tann 1. desember 2014 varð fyrsta skotið latið av fyri Viðareiðistunlinum og einans 4 mánaðar seinri er tunnilin næstan komin hálva leið.
Mánadagin tann 1. desember 2014 varð fyrsta skotið latið av fyri Viðareiðistunlinum og 0g einans 4 mánaðar seinri er tunnilin næstan komin hálva leið.
Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Neyðugt er at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis. Arbeitt verður við einari tunnilsloysn, ið fevnir um ein umleið 1.950 m langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis verður gjørdur. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar
Fakta
Arbeiðsánari: Fíggjarmálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Byggiharraráðgevi: LBF
Tekniskur ráðgevi: LBF
Arbeiðstakari: Samtakið Articon
Tíðarætlan: Sambært tíðarætlanini skal tunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017
Samlaður fíggjarkarmur: 162 mió. kr.




