Týskvøldið 31.03.15 kl. 19.30 skipar felagið Verjið Børnini, fyri tiltaki í Kaffihúsinum Fríða í Klaksvík.Tiltakið er í samband við verkætlanina Sig tína søgu, har felagið hevur heitt á fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og teirra avvarðandi at siga sína søgu.
Týskvøldið 31.03.15 kl. 19.30 skipar felagið Verjið Børnini, fyri tiltaki í Kaffihúsinum Fríða í Klaksvík.
Tiltakið er í samband við verkætlanina Sig tína søgu, har felagið hevur heitt á fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og teirra avvarðandi at siga sína søgu.
Á tiltakinum fer forkvinnan Sunneva Mohr, at siga sína søgu og hugleiða um hvussu ein kann liva “lívið” við kynsligum ágangi. HildaViderø verður eisini við til tiltaki og tíð verður sett av at seta spurningar um evnið og at kjakast. Umframt hetta vera tveir stutt filmar, ið felagið hevur latið gjørt ígjøgnum seinasta árið vístir.
TiltakiðAlment og ókeypis, tó er møguleiki at lata eina gávu til felagið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Verjið Børnini.




