Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koppaði til B36

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Hóast eingin munur var á liðunum og nærum eingir stórir mál møguleikar vóru í dystinum, so eydnaðist B36 at vinna uppá eina støðu, har KÍ verjuparturin svav og óneyðugt brotsspark bleiv gjørt.

B36 fekk avgerandi málið

Í fyrra hálvleiki gekk tað sera javnt á og dysturin háttaði seg, sum ein kundi vænta. B36 hevði bóltin meira, men KÍ liðið stóð væl í verjustøðu og tí fekk B36 bara ein stóran møguleika, sum kom heilt tíðliga í dystinum, har Hans Pauli Samuelsen skeyt viðsíðuna av. KÍ hevði fleiri góðar støður, men tað kom altíð eitt B36 bein fyri og tí blivu royndirnar ongantíð vandamiklar. B36 skoraði sigursmálið beint áðrenn hálvleik, tá Henry Heinesen feldi Hans Paula Samuelsen eftir, at Jákup á Borg slapp lætt til innlegg úr høgru og har Hans Pauli fekk ov gott pláss inni í brotssteiginum og bleiv feldur. Jákup á Borg skoraði trygt uppá brotssparkið.

KÍ manglaði stóra møguleikan

Í seinna hálvleiki var eisini talan um javnan dyst, har KÍ, sum eftir ein tíma sendi ungu Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen á vøllin, í størri mun søkti at B36 málinum, men sjáldan bleiv tað heilt vandamikið. Nærmast við hjá KÍ var Kenan Hajdarevic, meðan Ibrahima Camara eisini fekk góðan møguleika hjá B36. Sum oftast manglaði neyvleikin í seinastu sendingini hjá KÍ og hóast KÍ hevði fleiri royndir, so slapp B36 málverjin Tórður Thomsen frá at gera nakra stórbjarging í øllum seinna hálvleiki.

Sum heild ein sera tættur dystur, har hvørgan av liðunum megnaði at spæla seg til stórvegis av mál møguleikum. Dysturin var javnur allan vegin, men eitt brotsspark gjørdist munurin. So lítil munur var millum liðini, at smálutir avgjørdu, hvør fekk 3 stig og har vóru FM vinnararnir meira avgjørdir, tá mest stóð á. KÍ er nú liðugt at spæla ímóti topp 3 liðunum frá 2014 fyrsta triðingin í ár. Bæði B36 og KÍ hava áleið tað stigatal, sum væntast kundi fyri fyrstu 5 umførini. B36 er framvegis eitt gott boð uppá ein FM vinnara og KÍ, sum mest sannlíkt verður betri sum kappingin líður, tykist vera eitt gott boð uppá eitt lið, sum kann stríðast um 4.plássið.