Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd tikin

Jákup Ósá

Brimil tók í gjár útróðrarbátin Bragd úr Klaksvík fyri at royna á stongdari leið norðanfyri

Brimil tók í gjár útróðrarbátin Bragd úr Klaksvík fyri at royna á stongdari leið norðanfyri. Bragd fekk boð um sigla inn, og Brimil fylgdi Bragdi til Klaksvíkar, har málið varð latið politinum.

Á Politistøðini í Havn verður sagt, at væntandi fær skiparin á Bragdi sektaruppskot seinnapartin í dag. Tað er KVF, sum veit hetta at siga í morgun.