Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er best í Føroyum -Stóri finaludagurin í judo, borðtennis og badminton

Tíðindaskriv

Leygardagin 11. apríl verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til KONTRAST FM 2015 í Hoyvíkshøllini, nú badminton, borðtennis og judo stendur fyri tørni.

Tað er aðru ferð, at Hoyvíkshøllin er karmur um tann Stóra Finaludagin hjá judo, borðtennis og badminton. Hetta frálíka tiltak, ið umboðar tríggjar ítróttagreinar, byrjaði í 2006, tá badminton og borðtennis kappaðust lið um lið, og í 2007 kom so judo afturat.

Íðkandi, fyriskiparar og áskoðarar í stórum tali møta upp at stuðla teimum íðkandi, samstundis sum stundir gevast til tvørítróttarlig prát, hugnaliga samveru og eitt fjøllbroytt ítróttarligt upplivilsi.

Sum vanligt verður nógv gjørt burturúr við serliga gólvinum, lýsingum kring vøllin, stóra køkuborðið, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar.

Júst nevndu ítróttargreinar hava stóran týdning fyri oyggjaleikirnar, sum standa fyri framman. Øll árini hava vit fingið hópin av heiðursmerkjum heim við okkum frá hesum ítróttargreinum.

Kringvarp Føroya stendur fyri live-upptøkunum í høllini, og tey hava fyrireika stóra tiltakið við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum, sum kenna leikarnar væl. KVF sendir beinleiðis frá klokkan 14 og til steypahandanin er av.

Gallaveitsla
Um kvøldið, tá allar kappingarnar eru av, verður stór gallaveitsla, har millum annað ársins herðaklapp í badminton, borðtennis og judo verða heiðrað. Meira er at lesa um tiltakið á heimasíðunum hjá sambondunum: www.bsf.fo, www.btsf.fo og á www.judo.fo.

Tað er eitt stórt ynski hjá Judo, Borðtennis og Badminton sambondunum at geva áskoðaranum og spælaranum eina fjølbroytta og spennandi uppliving í Hoyvíkshøllini leygardagin 12. apríl frá kl. 9.30. Tá er borðtennis, tvímansleikur fyri kvinnur á skránni.