Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj ebola-tøl: Tey lægstu í næstan eitt ár

Ragnhild Ellingsgaard

Sambært felagsskapinum WHO eru teir 30 nýggi ebolatilburðirnir seinastu vikuna lægsta skrásetta talið síðani mei mánaða 2014.

30 nýggir ebolatilburðir vóru skrásettir í Vesturaafrika seinastu vikuna. Hetta er samstundis lægsta skrásetta talið í næstan eitt ár fyri sjúkuna, sum nú hevur dripið fleiri enn 10.000 menniskju. Hetta skrivar felagsskapurin WHO (World Health Organisation) í nýggjari frágreiðing, sum júst er givin út. Frágreiðingin kann lesast her: http://apps.who.int/ebola/en/ebola-situation-reports

Tað er serliga í Liberia, at sjúkan tykist taka seg aftur. Har er eingin nýggjur ebolatilburður skrásettur síðani tann 5. apríl. Øðrvísi er tó í Guinea, har 21 nýggir tilbuður vóru skrásettir. Í frágreiðingini ger WHO eisini vart við, at óskipaðu jarðarferðirnar av teim sjúku og aðrar ókendar smittukeldur kunnu leiða til fleiri nýggjar tilburðir komandi vikurnar. Tó verður víst á, at teir 21 tilburðirnir í Guinea eisini eru ein lækking í mun til vikuna áðrenn, tá 57 nýggir tilburðir vóru skrásettir. 

Ebola spreiðir seg framhaldandi í vestara partinum av Guinea, hóast fólk í økinum eru vorðin betri til at staðfesta sjúkuna munandi skjótari, sigur WHO í frágreiðingini. Felagsskapurin fer nú undir eina tríggjar daga langa herferð, sum byrjar tann 10. apríl. Endamálið við herferðini er at betra um virkna lutin hjá íbúgvunum í stríðnum um at vinna á ebola-sjúkuni. 

Í minsta lagi 25.515 fólk eru vorðin smittaði við ebola siðani desembur mánaða 2013. Av hesum hava í minsta lagi 10.572 latið lív.

Kelda: www.jyllands-posten.dk