Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málibøkur fyri vaksin væl umtóktar

Ragnhild Ellingsgaard

Í løtuni liggur málibókin The Mindfulness Colouring Book hjá fronsku Emma Farrarons heilt ovarliga á topp10-listum yvir best seljandi bøkur fleiri staðni í heiminum. Í Danmark liggur á einum triðja plássi hjá stóru søluketuni Arnold Busck og á einum fjórðaplássi á heimasíðuni www.saxo.com.

Í løtuni liggur málibókin The Mindfulness Colouring Book hjá fronsku Emma Farrarons heilt ovarliga á topp10-listum yvir best seljandi bøkur fleiri staðni í heiminum. Í Danmark liggur á einum triðja plássi hjá stóru søluketuni Arnold Busck og á einum fjórðaplássi á heimasíðuni www.saxo.com.

Og fleiri leggja eisini myndir út av síðum, sum tey hava málað ella teknað, út á sosialar miðlar sum Pinterest, Instagram og Twitter. Her kanst tú finna fleiri myndir undir hashtaggum sum #stressaf, #kunstterapi og #zendoodle. 

Forlagið Rosinante, sum hevur givið út lítlu bókina í Danmark, marknaðarførir eisini bókina við frágreiðingum um, at júst hetta at mála og tekna økir um evnini hjá okkum til at hugsavna okkum um ietthvørt. Samstundis vilja tey verða við, at hetta er ein tann besti hátturin til at minka um stress og at linna um angist.

Bókin varð givin út seint í marts mánaða og blaðstjóri Anne Matthiesen sigur við Berlingske, at  forlagið longu hevur ætlanir um at prenta eitt nýgg upplag at senda á marknaðin. Hon situr ofta sjálv og teknar í málibókini og greiðir frá, at orsøkin til, at forlagið Rosinante valdi júst bókina hjá Emma Farrarons er, at hon er teknað við hond, er vøkur og so er hon eisini so mikið praktisk, at hon passar í eina lítla handtasku. Men samstundis leggur hon dent á, at málibøkur av hesum slag ikki einans eru fyri konufólk, tí fleiri mannfólk síggjast eisini í stórbýum úti í heiminum við málibók í hondini. 

Og tað er ikki bara The Mindfulness Colouring Book, sum er væl umtókt. Í mei mánaða verða bøkurnar Secret Garden og Enchanted Forest givnar út í donskum útgávum. Á altjóða listanum hjá Amazon yvir best seljandi heiti liggja hesar báðar bøkurnar sum ávíkavist nummar eitt og nummar tvey. Skotska Johanna Basford hevur teknað bøkurnar við nágreiniligum tekningum av plantu- og djóraríkunum og higartil er fyrra bókin seld í fleiri enn 1,4 milliónum eintøkum. 

Í Onglandi merkja tey eisini stóra áhugan fyri málibókum av hesum slag. Har er helmingurin av øllum heitum á topp10-listum yvir seldar bøkur heitið á eini málibók. 

Kelda: www.politken.dk og www.berlingske.dk