Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hepni er ikki við KÍ í løtuni

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ var greitt betra liðið og skapti nógvar stórar møguleikar, men álíkavæl endaði ÍF við at vinna sín fyrsta sigur í ár, sum ikki var uppiborin, um vit hyggja eftir leikligu gongdini.

Tað luktaði brent í Fuglafirði í dag. KÍ álopsleikararnir brendu og brendu og til endans bleiv tað hart revsað av heimaliðnum ÍF.

KÍ kom uppiborið á odda tíðliga í dystinum við máli frá Páll A. Klettskarð eftir, at Kenan Hajdarevic hevði havt skot á yvirleggjaran. Men í fyrstu og einastu ÍF royndini áðrenn hálvleik javnaði Bartal Eliasen eftir innlegg, har KÍ leikararnir hildu, at Bartal var í rangstøðu. Umframt bæði málini, so hevði KÍ ein stóran mál møguleika tíðliga í dystinum, men Bartal fekk akkurát takla bóltin út til hornaspark, áðrenn Kenan skeyt í málið. Burtursæð frá hesum, so vóru eingir mál møguleikar og einki gott spæl í fyrra hálvleiki, har KÍ samanumtikið var betra liðið.

Í seinna hálvleiki setti KÍ seg tungt á dystin og tað var ótrúligt, at útiliðið ikki tók leiðsluna. Kenan og serliga Páll høvdu risa møguleikar, men inn vildi bólturin ikki hjá klaksvíkingum og einu ferðina var yvirleggjarin fyri. Millum KÍ viðhaldsfólk gekk tosið um, at ÍF í fyrra hálvleiki bara hevði brúk fyri einum mál møguleika og tí kundi alt henda í seinna hálvleiki, har KÍ sat á øllum. Og tað var júst hetta, sum hendi. Burturúr ongum fekk ÍF brotsspark, tá KÍ leikari hevði brúkt hondina. Adeshina Lawal skoraði og so var mótbrekka hjá KÍ. Móti endanum økti Kristoffur Jakobsen, tá KÍ spenti álopsbogan. Endaliga støðan var 3-1 til ÍF.

Sum heild var talan um ein dyst, har KÍ var betra liðið, men har ÍF vísti størri effektivitet og vann dystin. KÍ spældi betri og skapti nógv fleiri stórar møguleikar enn ÍF, men neyvleikin manglaði. Higartil í ár hava marginalarnir í øllum teimum tøttu dystunum verið ímóti KÍ og soleiðis var eisini hesaferð, hóast einki sjálvmál var í dystinum. Leikliga vóru klaksvíkingar helst væl nøgdir við KÍ liðið hendan dystin, og tí eru vónirnar helst góðar fyri at fáa nøkur stig í Klaksvík komandi vikurnar, tá EB/Streymur og AB vitja. ÍF fekk sín fyrsta sigur hetta kappingarárið og fór tí upp á 5. pláss í Effodeildini.