Á felags kirkjuráðsfundi hin 13. apríl 2015 innstillaðu kirkjuráðini einmælt Jóannes Purkhús sum sóknarprest í Norðoya eystara prestagjaldi.
| Á felags kirkjuráðsfundi hin 13. apríl 2015 innstillaðu kirkjuráðini einmælt Jóannes Purkhús sum sóknarprest í Norðoya eystara prestagjaldi.
Tað skrivar folkakirkjan.fo. Víðari verður skrivað: Komandi sóknarpresturin er ættaður úr Klaksvík og er 27 ára gamal. Hann hevur lisið gudfrøði við lærda háskúlan í Århus. Ætlanin er, at sóknarpresturin tekur við kallinum longu 1. mai, sum í ár er dýrabiðidagur. Prestvígsla verður í Christianskirkjuni dýrabiðidag kl. 11,00. Sama dag skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í embætið við gudstænastu í Viðareiðis kirkju kl. 18.00. Tað er landsstýrismaðurin, ið setur ein komandi sóknarprest í embætið sum tænastumaður. |




