Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggir venjarar hjá KÍ hava tað trupult fyrstu tíðina

Jákup Ósá

Long greining: Tað er ikki eitt nýtt fyribrigdi, at venjararnir hjá KÍ fáa eina trupla byrjan.

Long greining: Tað er ikki eitt nýtt fyribrigdi, at venjararnir hjá KÍ fáa eina trupla byrjan.

Felags fyri John Kramer, Petur Mohr, Sverra Jacobsen, Tomislav Sivic, Kurt Mørkøre, Ova Flindt-Bjerg, Oddbjørn Joensen, Eyðun Klakstein, Aleksandar Djordjevic/Jákup Mikkelsen, Páll H. Guðlaugsson og Mikkjal K. Thomassen er, at teir hava havt trupult við at fingið úrslit fyrstu tíðina eftir, at teir eru blivnir venjarar hjá KÍ.

KÍ hevur eftir 6 umfør bara vunnið ein dyst í Effodeildini. Tað var á heimavølli móti niðasta liðnum, sum er FC Suðuroy. KÍ hevur spælt 4 av 6 dystum á útivølli og í steypakappingini tapti liðið á útivølli móti EB/Streymi. Sostatt hevur nýggi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fingið eina vánaliga byrjan í KÍ, um vit bara hyggja eftir úrslitunum.

Dystir: 7 (Ein í steypakappingini)

Vunnið: 1

Javnleik: 2

Tapt: 4

Men søgan í KÍ sigur okkum, at tað er púra vanligt, at nýggir venjarar hava tað trupult fyrstu tíðina í KÍ. Hinvegin er einki samsvar millum vánaliga byrjan og endaliga úrslitið, tí fleiri hava fingið góð úrslit seinni. Niðanfyri taka vit nøkur dømir frá seinastu 25 árunum.

1990: John Kramer (sáli)

Í 1990 setti KÍ danan John Kramer sum høvuðsvenjara. Talan var um veruligan fong, var tað mett tá, tí Kramer hevði gjøgnum 5 ár í B68 í 1980’unum fingið framúr góð úrslit í B68. Tvey FM heitir (1984 og 1985) umframt heiðursmerkir hini árini (nr. 3, 2 og 3). Men byrjanin í KÍ var trupul hjá Kramer. Í fyrstu 5 landskappingardystunum vann KÍ bara ein dyst, sum var á heimavølli móti SÍF. Í 2. umfarinum tapti KÍ 7-1 í Sarpugerði móti GÍ. KÍ lá aftast í deildini eftir 5 umfør. Men gongdin vendi seinni, og KÍ vann steypakappingina við at vinna 6-1 í finaluni móti GÍ. Í landskappingini endaði KÍ nummar 7, men var bara 3 stig aftanfyri 2. plássið. Sjúka gjørdi, at Kramer ikki helt fram.

1991: Petur Mohr

KÍ setti Petur Mohr sum venjara í 1991. Sum øllum kunnugt endaði tað væl fyrsta árið og sum heild fekk KÍ góð úrslit hesi trý árini undir Peturi Mohr. Men byrjanin hjá Peturi var trupul. Eftir fyrstu 6 umførini hevði KÍ bara vunnið ein dyst. KÍ lá á 7. plássið og var bara 2 stig frá aftasta plássinum. Í steypapappingini gekk eisini illa, har KÍ bleiv útsligið í 1. umfarinum á heimavølli móti SÍF. Men Petur vann FM í 1991 og bronsu í 1992 og 1993 umframt silvur í steypakappingini í 1992.

1994: Sverri Jacobsen

Eftir Petur Mohr kom Sverri Jacobsen til KÍ. Árini frammanundan hevði hann vant HB. Sverri er eisini ein venjari, sum hevur staðið fyri søguligum KÍ úrslitum. Men byrjanin var heldur ikki góð hjá honum í KÍ. Fyrstu átta landskappingardystirnar vann KÍ bara tveir. Tá var KÍ eitt stig frá næstaftasta liðnum. Men við Sverra vann KÍ steypakappingina í 1994 og var í 1995 fyrsta liðið í Føroyum, sum vann ein dyst í Europa, tá liðið vann 3-2 móti Maccabi Haifa.

2000: Tomislav Sivic

Eftir greipu árið í 1999 setti KÍ Tomislav Sivic sum venjara. Hann hevði í fleiri ár fingið góð úrslit við VB og B36 og er í dag venjari í bestu deildini í Ungarn. Men byrjanin í KÍ bleiv ikki góð. KÍ vann ongan dyst fyrstu fýra umførini og í steypakappingini tapti KÍ á heimavølli í fjóðringsfinaluni móti FS Vágar. Sivic fekk tó ongantíð tey stóru úrslitini í KÍ og niðurgongdin hjá KÍ við fáum heiðursmerkjum byrjaði nú av álvara. Tó so, so var KÍ í steypafinaluni í 2001, har liðið í óvanliga keðiligum líkindum tapti 1-0 móti B36.

2002: Kurt Mørkøre

Seinast KÍ var við í FM stríðnum líka til næst seinasta umfar var undir Kurt Mørkøre í 2003. Men í byrjanini var einki sum bendi á, at so skuldi blíva. Um hetta mundi var steypakappingin skipað sum bólkaspæl og har bleiv KÍ útsligið við 4 stig í 6 dystum. Í landskappingini fekk liðið 3 stig fyrstu 4 umførini. Men gongdin vendi og áðrenn teir báðar seinastu dystirnar lá KÍ á 2. plássi og bara 2 stig aftanfyri HB. KÍ tapti tó báðar teir seinastu dystirnar og endaði á 3. plássi. Hetta er seinastu ferð, at KÍ stríddist um FM heitið til tað seinasta og eisini seinastu ferð, at KÍ fekk heiðursmerkið í landskappingini.

2004: Ove F. Bjerg

Danski venjarin Ove F. Bjerg fekk eina minni góða byrjan í KÍ. Hansara næsti sigur kom ikki fyrr enn í 9. umfarinum. Í steypakappingin bleiv liðið útsligið í fjórðingsfinaluni við tapi móti ÍF. KÍ endaði á 4. plássi í 2004.

2005: Oddbjørn Joensen

Fyri fyrstu ferð í nógv ár skifti KÍ venjara mitt í kappingarárinum. Oddbjørn Joensen tók yvir eftir Ova F. Bjerg. Fyrstu 12 dystirnar vann KÍ bara tveir. KÍ fekk ongantíð gongd á hetta árið og endaði á 7. plássi, bara 3 stig frammanfyri TB á aftasta plássinum.

2007: Eyðun Klakstein

Í 2007 skifti KÍ aftur venjara mitt í kappingini. Eyðun Klakstein tók yvir eftir Tony Paris. Men fyrstu seks dystirnar gekk ikki væl. KÍ vann ein dyst av teimum fyrstu seks.

2009: Aleksandar Djordjevic/Jákup Mikkelsen

Í 2009 upplivdi KÍ eina tíð, sum kanska kann samanberast við NSÍ í 2012 og EB/Streym í ár. Liðið misti eina rúgvu av leikarum og var í fíggjarligum trupulleikum. Tað gekk eisini illa fyrstu tíðina, og KÍ vann ongan dyst fyrr enn í 13. umfarinum.

2012: Páll H. Guðlaugsson

Páll H. Guðlaugsson fekk í 2012 besta úrslitið hjá KÍ síðani uppflytingina. Men byrjanin var ikki góð. KÍ vann ongan dyst fyrstu 5 umførini. Sama ár endaði KÍ á 45 stigum og 4. plássi.

2013: Eyðun Klakstein

Í 2013 tók Eyðun Klakstein yvir eftir Páll H. Guðlaugsson mitt í árinum. Men úrslitini vóru ikki góð fyrstu tíðina. Tað gingu 13 dystir í landskappingini áðrenn KÍ vann ein dyst.

Undantøkini

Undantøkini hjá KÍ, sum hava fingið góða byrjan, eru Jóannes Jakobsen, Tony Paris og Jan Joensen. Jóannes fekk góða byrjan sum venjari, men umstøðurnar vóru eisini góðar í 1996, tá KÍ hevði styrkt seg við Kurt Mørkøre, soleiðis at liðið líktist nógv liðnum í 1991-1994, sum lá í topp 4. Tað sama var galdandi fyri Tony Paris í 1999, sum yvirtók eitt lið, sum endaði nummar tvey árið frammanundan og næstan einans var styrkt í mun til tað liðið. Tá Tony Paris byrjaði aftur í 2006, so var KÍ í trupulleikum árið fyri, men hann fekk eitt gott kappingarár í 2006 við stórari útskifting á liðnum og góðari byrjan. Liðið endaði nummar 4 og kom í steypafinaluna. Í 2003 var Jan Joensen venjari hjá KÍ, sum fekk eina góða byrjan. Í 5. umfarinum lá KÍ á deildum 1. plássi, men endaði kappingina á 5. plássi.

Petur Mohr hevur tvær ferðir verið venjari seinastu dystirnar í 2008 og 2009, men tá hevur KÍ ligið í niðurflytingarvanda í endanum av kappingarárinum, og tí eru tey árini ikki tald uppí, tí dystirnir eisini vóru  so fáir. Í 2008 var Trygvi Mortensen venjari í ein dyst, og kann tí heldur ikki teljast uppí.

Niðurstøða

Sum sæst omanfyri, so er einki samsvar millum, hvussu byrjanin hjá einum venjara er og hvussu endaliga avrikið blívur. Venjarar sum John Kramer, Petur Mohr, Sverri Jacobsen og Kurt Mørkøre fingu eina vánaliga byrjan, men fingu seinni sera góð úrslit. Hjá Oddbirni Joensen og Eyðuni Klakstein(tvær ferðir) hava fortreytirnar verið verri enn hjá hinum venjarunum, tí teir báðir tóku yvir mitt í einum kappingarári, og tað hevur KÍ ringar royndir av í nýggjari tíð. Hjá einum venjara tekur tað ofta tíð at fáa síni ting at virka í einum nýggjum felag, sum tølini við venjarunum seinastu 25 árini í KÍ vísa. Hjá KÍ hoyrir tað meira til undantakið, at ein venjari fært góð úrslit fyrstu tíðina.

Niðanfyri er byrjanin hjá KÍ venjarunum í tølum, sum hava havt tað trupult fyrstu tíðina. Dystartalið er so høgt, sum trupla byrjanin vardi hjá nevndu venjarunum og umfatar bara landskappingina.

1990: John Kramer

Fyrstu dystirnir: 5

Vunnið: 1

Javnleik: 1

Tapt: 3

1991: Petur Mohr

Fyrstu dystirnir: 6

Vunnið: 1

Javnleik: 3

Tapt: 2

1994: Sverri Jacobsen

Fyrstu dystirnir: 8

Vunnið: 2

Javnleik: 3

Tapt: 3

2000: Tomislav Sivic

Fyrstu dystirnir: 4

Vunnið: 0

Javnleik: 2

Tapt: 2

2002: Kurt Mørkøre

Fyrstu dystirnir: 4

Vunnið: 1

Javnleik: 0

Tapt: 3

*Hetta árið spældi KÍ 6 dystir í bólkaspælinum í steypakappingini áðrenn kappingarbyrjan. Teir góvu 4 stig, sum merkti, at liðið var úti av kappingini.

2004: Ove F. Bjerg

Fyrstu dystirnir: 8

Vunnið: 1

Javnleik: 6

Tapt: 1

2005: Oddbjørn Joensen (mitt í árinum)

Fyrstu dystirnir: 12

Vunnið: 2

Javnleik: 1

Tapt: 9

2007: Eyðun Klakstein (mitt í árinum)

Fyrstu dystirnir: 6

Vunnið: 1

Javnleik: 1

Tapt: 4

2009: Aleksandar Djordjevic/Jákup Mikkelsen

Fyrstu dystirnir: 12

Vunnið: 0

Javnleik: 5

tapt: 7

2012: Páll H. Guðlaugsson

Fyrstu dystirnir: 5

Vunnið: 0

Javnleik: 3

Tapt: 2


2013: Eyðun Klakstein (mitt í árinum)

Fyrstu dystirnir: 12

Vunnið: 0

Javnleik: 4

Tapt: 8

2015: Mikkjal K. Thomassen

Fyrstu dystirnir: 6

Vunnið: 1

Javnleik: 2

Tapt: 3



Kelda: FaroeSoccer