Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjúkrahús er framvegis ein høvuðsæðr í okkara heilsuverki

Karsten Hansen

– Fyri meg hevur hendan umvælingin altíð verið fyrsta stig á leiðini. Eitt fyrsta og eitt neyðugt stig. Fyri at siga sum er, vóru hølisviðurskiftini vánalig, trong og ótíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen. 

Stutt fyri páskir var móttøka á Klaksvíkar sjúkrahúsi í sambandi við, at nýggja seingjardeildin alment varð tikin í nýtslu. Nýggja deildin er eftir mínum tykki eitt gott og neyðugt frambrot fyri sjúkrahúsið; fyri starvsfólk og ikki minst teir sjúklingar, sum frameftir skulu viðgerast her norðuri. 

Umvælingin hevur flutt sjúkrahúsið fram í nútíðina og leggur eitt sterkt fundament fyri menningina frameftir. Hetta var eisini endamálið, tá eg, beinanvegin eftir at eg tók við sum landsstýrismaður í 2011, legði uppskot fyri Løgtingið um at umbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús. 

Hetta var fyrsta verklagslóg fyri Klaksvíkar sjúkrahús í mannaminni, sum eftir mínum tykki var harðliga tiltrongt. Upphæddin á 15 mió. var eisini størri enn Klaksvíkar sjúkrahús hevði fingið í mong ár. Ynskiligt hevði sjálvandi verði, at játtanin var hægri, men so var ikki. Eitt samt  løgting tók undir við verklagslógini, og farið varð undir fyrireikingarnar. 

Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ein ávís togtogan aftur og fram um, hvussu hesin peningur gjørdi mest nyttu. Men uttan mun til hvørja áskoðan tú hevur, so er sjón fyri søgn, at úrslitið á deildini er serstakliga gott, og eiga vit øll at fegnast um hetta stóra framstig. 

Færri innleggingar – meira ambulant

Ætlanin við umbyggingini var frá byrjan at nútímansgera karmarnar, so teir svaraðu til dagsins tørv og tilboð.  

Rákið í sjúkrahúsverðini hevur síðstu árini verið, at meira og meira virksemi verður gjørt ambulant – at fólk koma á sjúkrahús, fáa viðgerð og sleppa heim sama dag uttan at verða innløgd. 

Nýggjasti parturin av Klaksvíkar sjúkrahúsi er frá sekstiárunum við einum tilbygningi frá 1988. Ikki er ov nógv sagt, at karmarnir bóru brá av síni samtíð og vóru skipaðir á gamlan hátt. Tað vil siga, til nógvar innleggingar og minni ambulant virksemi. 

Umvælingin, sum vit hátíðarhildu beint fyri páskir, er tí eisini ein tillagan av kørmunum, so teir samsvara við, hvussu tú arbeiðir á einum sjúkrahúsi í dag.  Eftir mínum tykki er nýggja deildin eitt týdningarmikið fet í at tillaga karmarnar til nýggjan hátt at skipa virksemi upp á, og sum førkar so avgjørt Klaksvíkar sjúkrahús fram á leið. 

Skurðdeild og medisinsk deild saman

Fyri at fáa pláss til meira ambulant virksemi á sjúkrahúsinum, eru bæði medisinsku seingjaplássini og seingjaplássini á skurð savnað á einari og somu deild og á einari hædd. Nýggja seingjadeildin hevur 28 sengur í mun til tær 36, sum vóru, og skal leysgivna plássið á hinari hæddini brúkast til meira ambulant virksemi. Hetta hevur eisini við sær skynsamari rakstur av seingjadeildini, sum eisini er eitt pluss í hesum døgum.

Samstundis er peningur settur av í ár til at umvæla niðurløgdu seingjastovuna, so hon frameftir verður ein ambulatorii-gongd. Eisini verður skurðstovan dagførd í ár.

Klaksvíkar sjúkrahús er framvegis ein høvuðsæðr í okkara heilsuverki, og tað staðfestir hendan nýmótansgerð eisini. Samstundis er neyðuga fundamentið lagt fyri fleiri møguligum viðgerðum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í framtíðini.

Fyri meg hevur hendan umvælingin altíð verið fyrsta stig á leiðini. Eitt fyrsta og eitt neyðugt stig, tí hølisviðurskiftini vóru vánalig, trong og ótíðarhóskandi. 

Fyrsta stig á leiðini í bjartari framtíð

Sum eg áður havi boðað frá, so ætli eg mær at taka málið um framtíðar hølisviðurskifti hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi upp aftur. Samrøður hava verið við kommununa um møguleikarnar á onkran hátt at fáa samantvinnað hølisviðurskiftini í primera geiranum við sjúkrahúsið. Hetta eru enn leysir tankar, men eg síggi góðar møguleikar og yvirhøvur ljóst upp á framtíðarvánirnar fyri sjúkrahúsið.

Ikki minst nú stjórnin á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur undirskrivað fleiri áhugaverdar samstarvsavtalur við Landssjúkrahúsið um ymisk serøkir. Sama dag, sum móttøkan var, skrivaðu Heri Ellingsgaard og Sigurð Vang undir avtalur um samstarv innan viðgerð av apopleksi-sjúklingum, sum eru sjúklingar við heilabløðingum ella blóðtøppi í heilanum. Somuleiðis varð avtalað gjørd innan hondkirurgi, og koma hesar samstarvsavtalur, saman við avtaluni um urologi, at tryggja eitt enn støðugari virksemi í Klaksvík. 

Hetta eru nýskapandi og framskygdar avtalur, sum hava til endamáls at veita sjúklingum eina skjótari og dyggari viðgerð upp á tvørs av sjúkrahúsunum í Føroyum. Avtalur, sum peika frameftir og leggja lunnar undir tað, ið hevur verið mín áskoðan alla tíðina. At vit mugu fara at tosa um eitt heilsuverk í Føroyum – eitt heilsuverk til føroyska sjúklingin.

Ábyrgdina eiga vit øll í felag, ikki bert tær heitu hendurnar, ið dagliga eru um sjúklingin. Vit politikarar eiga høvuðsábyrgdina og skulu fáa til vega neyðugu karmarnar og eina nøktandi fígging, so starvsfólkini kunnu gera tað, tey brenna fyri og gera tað til lítar. 

Sum landsstýrismaður havi eg fingið hópin av viðmerkingum frá sjúklingum og avvarðandi um serliga hegni hjá  starvsfólkunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi at fáa ein at føla seg serliga vælkomnan. 

Avbjóðingin er nú hjá leiðsluni saman við starvsfólkunum at taka á seg og síggja møguleikar fyri menning, tá onnur síggja forðingar. Í einum samfelag sum flytur seg hvønn dag, skal man duga at tillaga seg nýggjar veruleikar, tá onnur hava hug at hvíla í tí farna. Vísa á aðrar gongdar gøtur, tá svartskygni setur mørk. Eg trúgvi og vænti, at tit fara at megna hettar til fulnar. Tað er neyðugt at halda fast um, at lívið bert kann livast frammeftir.   

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum