Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúkið styrkirnar hjá teimum trimum sjúkrahúsunum

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Uppgávurnar hjá teimum trimum sjúkrahúsunum eiga at verða greitt orðaðar í nýggjari visión fyri heilsuverkið, har styrkirnar hjá hesum sjúkrahúsum verða brúktar til fulnar

Tað er ov nógv av tilvildarligum pástandum og uppskotum um, hvussu føroyska heilsuverkið skal skipast. Brúk er fyri einari nýggjari visión, har styrkirnar í heilsuverkinum við trimum sjúkrahúsunum verða brúktar til fulnar, og har borgarar kring alt landið fáa enn betri viðgerðarmøguleikar.

Kjakið um føroyska heilsuverkið snýr seg alt ov ofta um, hvussu stóra Landssjúkrahúsið skal leggja tey smáu sjúkrahúsini inn undir seg við sentralari leiðslu og niðurlaging av sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík.

Tað er ikki besta loysnin fyri eitt framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum og fer ikki at loysa trupulleikarnar, sum stundum koma undan kavi í heilsuverkinum. 

Tað snýr seg heldur um at staðfesta teir óteljandi møguleikarnar við trimum sjúkrahúsum, har ein nýggjur bygnaður við greiðum mannagongdum og uppgávum kann styrkja munandi um heilsuverkið. 

Nýggjur heilsupolitikkur eigur at orðast, og hesi skal tryggja, at fysiska, fíggjarliga og heilsufakliga tilfeingið í sjúkrahúsinum verður gagnnýtt enn betur, og har Heilsumálaráðið verður leyst av ítøkiligu rakstrarsamskipandi uppgávum av sjúkrahúsverkinum. 

Hesin politikkur eigur at seta út í kortið og styrkja teir mongu møguleikarnar við samstarvi og uppgávubýti millum sjúkrahúsini.

Tað er ikki bíligari at savna alt á einum stað

Útrokningar vísa, at fyri at hava eitt best hóskandi sjúkrahús, skal belegningsprosentið liggja um 75% til 80%. Tá eru útreiðslurnar lægri enn virði á tí, sum verður gjørt, og samstundis eru bíðilistarnir nærum burtur.

Hesar útrokningar tala sostatt fyri, at tað er skilabetri at flyta nakrar tænastur frá einum sjúkrahúsi til annað heldur enn at savna alt á einum stað, tí deildir á Landssjúkrahúsinum hava ein belegning sum liggur omanfyri 100%, sum altso ikki er optimalt, meðan hini bæði sjúkrahúsini hava ein belegning sum er undir 75%.

Her kundi verði peningur at spart.

 

Samanleggingar krevja ein meirkostnað á 12%

Tá ið sjúkrahúsini ikki eru ov stór, verður samarbeiðið meiri greitt. Tað gevur møgleika fyri tættari samarbeiði ímillum færri leikarar, gjøgnumskygni verður betur og færri seráhugamál eru at verja.

Í stórum organisatiónum taka ting altíð tíð. Kanningar vísa at samanleggingar krevja ein meirkostnað uppá 12 %.

Sostatt er her peningur at spara við at velja samstarv fram um dýrkandi samanleggingar.

 

Vit verða noydd at gera okkara egna føroyska sjúkrahúsmodell 

Føroyar er eitt lítið land, sum er so ymiskt frá teimum londunum, sum vit vilja samanbera okkum við. Tí eru vit so nógv meiri bundin av samarbeiði heldur enn av kapping. Føroya fólk eru eigarar av sjúkrahúsverkinum. Tí er umráðandi, at flest fáa sum mest.

Vegna hesar serligu umstøður verða vit noydd at gera okkara egna føroyska modell av sjúkrahúsverkinum. Vit eru so fá og kunnu tí ikki kopiera modell frá londunum uttan um okkum. Heldur mugu vit finna útav, hvørji serøki skulu finnast í Føroyum, og á hvørjum sjúkrahúsi hesi skulu vera.

Vit mugu finna fram til, hvørji serøki eru, har vitkunnu fáa serlæknar til Føroya, og á hvørjum økjum, tað er skilabest og tryggast at senda sjúklingin av landinum.

 

Danir illa fyri av at niðurleggja smáu sjúkrahúsini

Í Danmark eru tey komin illa fyri av at niðurleggjasmáu sjúkrahúsini. Borgararnir eru misnøgdir um, at frástøðan er blivin alt ov long til skaðastovurnar, og bíðitíðirnar eru blivnar óhugnaliga langar.

Sjúklingarnir eru alt ov nógvar tímar á landavegnum, og útbúgvingin av sjúkraflutnings­tænastuni hevur kravt nógv meir, enn tey, ið skipaðu fyri, høvdu ímyndað sær, bæði í mun til tað fíggjarliga, útgerð og útbúgving.

Borgararnir hava sostatt fingið eina verri tænastu,og hevur tað ført til, at tað á fleiri støðum eru latnar uppaftur “nær skadestuer” fyri at røkka politiska málinum um, at sjúklingar ikki skulu hava meira enn 30 km. til nærmastu heilsutænastu, og at bíðitíðirnar á skaðastovunum ikki skulu vera meiri enn ein hálvan tíma. Politiskt er eisini avgjørt, at viðgerðin skal vera byrjað innan 4 tímar av teimum sjúklingum, sum eru komnir inn á sjúkrahúsið.

Vit mugu minka um útreiðslurnar, betra um kvalitetin, økja um produktivitetin, stýra eftir prosessum og hyggja uppá logistikkin,fyri at minka um óneyðugar handlingar, men samstundis er púra greitt, at vit her á landi ikki mugu gera somu mistøk, sum danir hava á sjúkrahúsøkinum.

Tí vil eg staðiliga heita landsstýrismannin í heilsumálum um at avslutta og seta í verk arbeiði sítt at finna fram til rættasta leistin fyri tey trý sjúkrahúsini, soleiðis at tað kann festast niður á blað, hvat skal vera á hvørjari eind, tí fyrr enn tá verður ikki grundarlag fyri at skapa eitt væl virkandi sjúkrahúsverk Føroya.

 


Klaksvík, 13. apríl 2015

 

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri í Klaksvík