Norðlýsinum ynski eg hjartaliga tillukku við 100ára degnum, blaðið havi eg lisið síðani 1942 og hevur tað altíð verið áhugaverdur og núligur lesnaður, skrivar Sofus Poulsenfyrrv. umboðsmaður Føroya í Bretlandi.
Norðlýsinum ynski eg hjartaliga tillukku við 100ára degnum, blaðið havi eg lisið síðani 1942 og hevur tað altíð verið áhugaverdur og núligur lesnaður.
Tykkum báðum sum nú ráða fyri borgum ynski eg eina eydnuberandi framtíð.
Olivar takk fyri gott samstarv í farnum árum og John William góða heilsu.
Vinarligar heilsanir
Sofus Poulsen
fyrrv. umboðsmaður Føroya í Bretlandi.
P.S. 20. í h.m. verða 69 ár síðani eg fór av Klaksvík við skonnartini “LILLIE” til
Aberdeen. Skipari Malvinus, stýrimaður Símun, maskinmeistari Gullak, Kokkur
Mikkjal Petur og dekkari Jóðin (íslendarin).




