Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub, sum hevur Einu Kalsø, Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen knýttar at hópinum, hevur vunnið 1. deild við fullum stigatali.
Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub, sum hevur Einu Kalsø, Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen knýttar at hópinum, hevur vunnið 1. deild við fullum stigatali.
Norðlýsið hevur í vetur roynt at fylgt gongdini hjá teimum trimum í Amager VK. Og tað hevur verið hugaligt, tí tær tríggjar saman við einum góðum liði hava vunnið allar dystirnar í 1. deild (vestur).
Endaliga støðan gjørdist, at Amager VK endaði á ovastu rók við 55 stigum. Av teimum 61 settunum, tær hava spælt hetta kappingarárið, hava tær bert megnað at tapt 4 av hesum. Tað er greitt.
Gongdin seinastu tíðina
21. mars gjørdist greitt, at AVK vann deildina. Tá vunnu tær enn ein greiðan 3-0 sigur. – Sum so ofta í ár, var tað ein føroyingur, ið gjørdist dagsins leikari. Birgit Guttesen átti tann leiklutin hendan dagin. Báðar dystirnar frammanundan vóru tað ávikavist Eina og Sofía, sum áttu leiklutirnar sum dagsins leikarar.
28. mars var seinasti dystur í 1. deild (vestur) á skránni. Umaftur vísti tær úr AVK, at tær eru besta liðið í deildini. Hóast ein sigur ikki var neyðugur, vildu tær vinna seinasta dystin og har við allar dystirnar í deildini. Tær so gjørdu, og vunnu aftur 3-0.
Nú eru nakrir kvalifikatiónsdystir fyri framman. Verða hesir vunnir, er besta danska flogbóltskappingin veruleiki. Les um hetta í aðrari grein seinni.




