Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppflyting í bestu deildina nærkast

Danial Viðoy

Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær tríggjar føroysku og hinar í Amager Volley Klub tóku eitt stórt fet í dag til tess at tryggja sær uppflyting í bestu donsku flogbóltsdeildina. Tær vunnu ein 3-0 heimasigur á Bedsted og skulu nú spæla tveir dystir í móti aftasta liðnum í bestu deildini.

Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær tríggjar føroysku og hinar í Amager Volley Klub tóku eitt stórt fet í dag til tess at tryggja sær uppflyting í bestu donsku flogbóltsdeildina. Tær vunnu ein 3-0 heimasigur á Bedsted og skulu nú spæla tveir dystir í móti aftasta liðnum í bestu deildini.

Í dag var talan um ein yvirhøvur greiðan sigur til Amager VK, sum var klárt tað betra liðið. Á øllum plássum hava tær í Amager VK eina tonn betri leikarar enn tær úr Bedsted. Hetta sást serliga tá ið á stóð, tí tá slóg Amager VK veruliga í gjøgnum og lat ongan iva vera um, hvat tað stinnara liðið var.

Fyrsta sett endaði 25-12 til heimaliðið á Amager. Her var eingin slingur í valsinum og Bedsted fingu ikki eitt bein til jørðina. Tær vóru blástar um koll av sterku mótstøðuni.

Men í øðrum setti kom Bedsted meira við í dystin. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men tá ið komið var upp til tey tíggju stigini, byrjaði Amager VK at draga frá. Tað sást at setti koyrdi upp á fortreytirnar hjá heimaliðnum. Alla tíðina vóru teir við yvirlutan. Annað sett endaði 25-19.

Tað seinasta setti minti eitt sindur um annað sett. Sera tætt at byrja við, men so líðandi kom sjógvur ímillum liðini. Triðja sett endaði 25-17 og dysturin har við 3-0.

Birgit Guttesen og Eina Kalsø vóru sera eyðsýndar í dag. Birgit slóg eina rúgvu av bóltum í gólvið, og Eina stýrdi so hegnisliga dystinum og hevði tíðum næstseinastu hond á bóltinum. – Sofía spældi eisini ein góðan dyst.

Nógv fólk vóru til dystin í dag. Tær tríggjar føroysku fingu dyggan stuðul frá sjeikunum, ið høvdu leitað sær í Sundby Høllina. – Til stuttleikar kann nevnast, at fleiri øki í Keypmannahavn hava trupult við at síggja sjónvarp í dag og hesir sjeikarnir eru hart raktir, tí hetta tálmar teimum at síggja enskan fótbólt. Teir máttu tí taka til takkar við einum góðum flogbóltsdysti í staðin.

Tann fyrsti kvalifikatiónsdysturin í móti aftasta liðnum í bestu deildini verður spældur komandi vikuskiftið.

LES EISINI:

EINA, SOFÍA OG BIRGIT HAVA VUNNIÐ DEILDINA GREITT

NÚ ÆTLA TÆR FØROYSKU AT SPÆLA Í BESTU DONSKU FLOGBÓLTSDEILDINI