Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF sigurin var mest óvæntaður

Jákup Ósá

Samanumtøka: Nú er longri og longri ímillum tey óvæntaðu úrslitini í Effodeildini.

Sigrarnir hjá HB og NSÍ á FC Suðuroy og AB leygardagin gjørdust kanska smalri enn væntað. Tað eru tekin um, at FC Suðuroy kann fara at geva teimum flestu harða mótstøðu á heimavølli, meðan AB liðið passar best til uppgávurnar, á mótstøðuliðið er favorittur.

Sunnudagin vann KÍ sum væntað á heimavølli móti EB/Streymi og staðfesti sína støðu sum eitt sterkt heimaliðið seinasta árið. Í Trongisvági prógvaði TB aftur, at liðið kann taka stig frá øllum og eftir hondini kemur tað ikki óvart á fólk, tá TB á heimavølli var stig móti góðum liðum.

Mest óvæntaða úrslitið kom í Fuglafirði, har ÍF vann á B36. Leikliga hevur tað ikki sæð gott út hjá ÍF í ár og liðið kundi gott havt tapt flestu dystirnar, um vit hyggja eftir spæli og mál møguleikum. Harafturat vóru tveir av berandi leikarunum uttanfyri við leikbanni hendan dystin. Men ÍF vann 3-1 á B36 og hevur nú á heimavølli 7 stig fyri tríggjar dystir móti HB, KÍ og B36. Helst eitt tekin um, at vit skulu rokna við ÍF í øllum førum á heimavølli.

Seinastu umførini í Effodeildini bera boð um, at tað er longri og longri ímillum tey heilt óvæntaðu úrslitini.