Leiðandi yvirlæknin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Jákup Petersen, er nú farin í holt við at syngja seinasta ørindi. Tað vísir aldurin. Komandi ár fyllir hann 70 ár.
Leiðandi yvirlæknin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Jákup Petersen, er nú farin í holt við at syngja seinasta ørindi. Tað vísir aldurin. Komandi ár fyllir hann 70 ár.
Jákup hevur verið hollur yvirlækni, sum við sínum køna handalagi, dyggu arbeiðsevnum, óendaligu orku og breiðu vitan hevur upprætthildið gylta image, sum stovnurin hevur havt seinastu 40 árini.
Seinastu tíðina hava vit, sum hava havt áhuga í at fylgt stovninum, sæð hansara ónøgdsemi við viðferðina, sum hevur verið veitt sjúkrahúsútbygging- ini seinastu mongu árini. Samstundis hava vit sæð í Norðlýsinum ein ávísan – tó káman – fagnað av eini “smáfallandi” endurnýgging innan karmarnar, har landsstýrismaðurin, sjúkrahússtjórin og fyristøðukvinnan røddu, tá opið varð aftur.
Tað tykist løgið, at tá lagt var upp til fyri 10 árum síðani, at neyðugt var at útbyggja sjúkrahúsið fyri einar 250mió. krónur, at longu stutt eftir varð hetta kveistrað av borðinum soleiðis, at nú var bara at fáa sum best burturúr. – Men tað sum komið er, er so komið, sum onkuntíð verður sagt. Hinvegin er nógv eftir at gera.
Ein nýbrotsstovnur við dyggum image
At ein nýbrotsstovnur sum Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið og er, verður afturhildin við at fáa 15 mió. krónur, tá arbeiðast skuldi fram ímóti eini neyðugari útbygging fyri 250 mió. krónur fyri 10 árum síðani, samstundis, sum Landssjúkrahúsið verður útbygt 100falt við 1,5 mia.kr. við áhaldandi leiðslutrupulleikum er illgrunasamt.
Í 1970 var ongin ortopedkirurgur á Landssjúkrahúsinum, tí varð herðsla løgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá læknaskifti fór fram og at ortopedurin Gordon Rajani var settur yvirlækni, at fá upparbeitt hesa sergrein fyri landið. Hetta var stórt framstig fyri alt Føroyaland. Tað gekk væl, toymið við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum starvsfólki upparbeiddu ígjøgnum ár eitt sjúkrahús við nýmótans viðgerð.
Tað gekk so mikið væl, at stríð kom millum læknar á Landssjúkrahús- inum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og fekk tær fylgjur, at nú kravdu læknar á Landssjúkrahúsinum eisini at fáa hetta. Hetta skapti tær dupultfunktiónirnar, men tað sum læknarnir har fing tað til, var at dupultfunktiónin var í Klaksvík. Her hevur KVF eisini havt sín leiklut.
Soleiðis er leikur farin fram ígjøgnum mong ár. Soleiðis var við urologi- ini. Klaksvíkar Sjúkrahús framdi frambrotini, fyri síðani at missa tey til Landssjúkrahúsið.
Øll árini hevur gingist lutfalsliga væl at fingið skikkaðar læknar, og starvsfólkið hevur trivist væl, lætt hevur verið at fingið og fasthildið starvsfólk, tað veri seg laborantar, fysioterapeutar, radiografar o.a.
Má siga, at útviklingurin er at harmast yvir samfelagsliga. Hetta hevur gjørt samfelagið dýrari og minni effektivt at reka.
Eitt satt flaggskip
Ja, Klaksvíkar Sjúkrahús var ein feril av flaggskipi í føroyska heilsuverkinum og er tað lutfalsliga enn, tó heldur tapandi orsaka av tørvandi játtanum.
Fari til seinast at vísa til áhugaverdu greinina hjá læknanum Eivindi Warberg, í Norðlýsinum, sum segði tað sama, sum stýrið í sínari tíð og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús hev-ur sagt í 40 ár. – Politikarar! Hugsið praktiskt, hugsið undir ábyrgd, hugsið samfelagsliga, og syrgið fyri, at tríbýtta sjúkrahúsøkið fæst at virka.
Eisini fari eg at ynskja Jákupi Petersen – hesum merkismanni av einum lækna – eitt gott seinasta ár á Klaksvíkar Sjúkra- húsi við tøkk fyri stóra týdningin hann hevur havt fyri føroyska sjúkrahúsverkið.
So heilt til seinast, Heri Ellingsgaard: Syrg fyri, at fastur leiðandi yvirlækni er á Klakvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini, tí eins gott og gevandi tað er, at fáa væl kvalifiseraðir avloysarar er tvingandi neyðugt at fastur yvirlækni er!




