Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatalið í Norðoyggjum og Klaksvík minkað síðan 1989 ávíkavist 4,5% og 5,7%

John William Joensen

Seinast í mars mánað kom fólkatalið í Klaksvíkar kommunu upp á 4.931 borgarar. Hetta kann ikki sigast at vera annað enn eitt gott stig á vegnum, tí so høgt hevur fólkatalið ongantíð verið seinastu 15 árini, segði borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu við Norðlýsið í vikuni. Hetta er rætt tá tosað verður um Klaksvíkar Kommunu, men um hugt verður at Klaksvík og Norðoyggjum sum heild er fólkatalið minkandi.

Í juli/august 1988 búðu í Klaksvík 4.885 fólk. Í 2008 var talið á fólki í Klaksvík 4.669 og í januar 2015 búðu 4.607 fólk í Klaksvík, sum er ein afturgongd uppá 5,7%.

Hyggja vit eftir íbúgvaratølunum fyri allar Norðoyggjar so var talið 6.125 í 1989, 5.977 í 2008 og er sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya í januar 2015 komið niður á 5.855 íbúgvarar, sum er ein afturgongd uppá 4,5%.

Tey nýggjastu tølini frá Klaksvíkar Kommunu sum telir 7 bygdir, síggja soleiðis út:

17-04-2015 = 4944
25-03-2015 = 4931
24-02-2015 = 4915
04-02-2015 = 4898
31-12-2014 = 4889
31-12-2012 = 4866
31-12-2011 = 4840
31-12-2010 = 4805
31-12-2009 = 4809
31-12-2008 = 4898
31-12-2007 = 4868
31-12-2006 = 4875
31-12-2005 = 4878

Sí viðhefta fíl