Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borealis Band – tað besta úr trimum londum

Danial Viðoy

Endamálið við verkætlanini Borealis Band er at sameina 9 tónleikaúrmælingar í aldursbólkinum 20-30 ár undir leiðslu av íslendska Samuel Jón Samúelsson. Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Konsert fríggjakvøldið klokkan 19.30.

Endamálið við verkætlanini Borealis Band er at sameina 9 tónleikaúrmælingar í aldursbólkinum 20-30 ár undir leiðslu av íslendska Samuel Jón Samúelsson. Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Konsert fríggjakvøldið klokkan 19.30.

Orkestrið hevur í løtuni eitt slag av venjingarlegu í Norðurlandahúsinum.

Tónleikastílurin er ein blanding ymiskum tónleikastílum m.a. rock, folk, reggea, jazz, fusjón, stórbandstónleikum við við íblástri frá siðbundnum tónleiki úr útnorði o.a. Men mest umboðar stílurin funk, jazz, fusjón og stórbandstónleik.

Borealis Band hava í fyrsta umfarið 4 konsertir í Tórshavn, Keypmannahavn, Nuuk og Reykjavik. Høvuðsstuðul til verkætlanina er Nordisk kulturfond.

Úr Føroyum koma Ernst Remmel, Guðrið Hansdóttir og Mattias Kapnas, sum øll trý eru kend á føroyska tónleikapallinum. Eisini eru tað fleiri ið kennast við Samuel Jón Samúelsson, sum m.a. er kendur frá Retro Stefsson.

Í løtuni eru venjingar hvønn dag í Norðurlandahúsinum við Borealis Band,

Konsertin verður fríggjakvøldið 24. Apríl, kl. 19.30.

Manningin í Borealis eru

Ísland
Samúel Jón Samúelsson – orkestur og tónlistaleiðari og spælur trombon
Unnstein Manuel Stefánsson – sang, gittar
Ingibjörg Elsa Turchi – bass

Grønland
Thelma Lyberth – sang, gittar o.a.
Jonas Nilsson– slagverk
Pauline Christiansen – trompet o.a

Føroyar:
Guðríð Hansdóttir – sang, gittar o.a.
Mattias Kapnas – tangentar
Ernst Remmel – trompet o.a.