Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki barn skal liva í fátækradømi!

Tíðindaskriv

Tað gjørdi nýggi formaður Sjálvstýrisfloksins Jógvan Skorheim krystall klárt á pallborðsfundinum í Miðlahúsinum hóskvøldið tá spurningurin um fátækdømi í Føroyum var umrøtt.

Gav lyfti

Hann gjørdi greitt, at Sjálvstýrisflokkurin fór ikki í nakra samgongu, uttan at tann bólkurin sum livir undir fátækramarkinum verður lyftur uppá á eitt sømiligt støði, og tað bleiv gjørt greitt, at einki barn í Føroyum skal liva í fátækradømi! Hetta skal við í eitt komandi samgonguskjal, segði formaður Sjálvstýrisfloksins.

Á pallborðsfundinum segði Jógvan Skorheim, at tað er ómetaliga svárt at síggja, at fólk liva undir fátækarmarkið.

Skjót hjálp

Neyðugt er tí við skjótari hjálp, og hetta skal gerast í trimum stigum:

  1. At hjálpa teimum, ið liva undir fátækramarkinum fíggjarliga beinanvegin.

  2. At geva fólki møguleika at fáa sær útbúgving, og soleiðis gera møguleikarnar størri at taka sær av sær og sínum.

  3. At gera ein langtíðarætlan, ið tekur hædd fyri tí aktuella tørvinum og hvussu vit lyfta hesi, soleiðis at tey á jøvnum føti við onnur í samfelagnum, kunnu taka sær av sínari familju.

Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti eisini á, at eingin ynskir at dúva upp á olmussu, men øll hava eitt ynski um at geva aftur til samfelagið og verða við til at byggja land.