Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagshaldið í Klaksvík

Oliver Joensen

Orsakað av vánaliga veðrinum ídag, varð flaggdagshaldið hildið í KFUM & K. Hetta var ein sera hugnalig løta, har nógv var gjørt burturúr, soleiðis at umframt flaggrøðuna, so hugnaði Klaksvíkar Hornorkestur um við tónleiki sínum og harafturat var skipað fyri kaffi og køkum til øll. Alt í alt ein sera hugnalig løta, har bæði gulir og grønir skótar luttóku.

Flaggrøðan í Klaksvík 2015, Petur Martin Hansen:

Flaggrøða hildin í KFUM & K í Klaksvík tann 25. apríl 2015

Góðu áhoyrarar. Tað er mær ein stórur heiður at halda flaggdagsrøðuna í dag.

Mangan havi eg verið til flaggdagshald sum skóti. Dagurin er sermerktur við tað, at hetta er dagurin, har vit runt í landinum hátíðarhalda okkara flagg, sum eitur Merkið.

Jens Oliver Lisberg gjørdi Merkið saman við øðrum í 1919 í Danmark. Tá var rákið í tíðini, at hvørt land skuldi hava eitt flagg. Jens Oliver Lisberg doyði longu árið eftir í 1920.

Avgjørt varð, at Merkið skuldi hava norrønu litirnar, hvítt, blátt og reytt. Hvítur dúkur við bláum krossi uttast og reyðum krossi innast. Krossurin í flagginum vísir okkum, at Føroyar er eitt land, sum byggir á kristin virðir, eitt nú næstakærleika, í Føroyum skal tí vera pláss fyri øllum borgarum.

Hans Andrias Djurhuus, skaldið, skrivar soleiðis í vøkru yrkingini til Merkið í 1920:

“Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.”

Tað bláa í flagginum er blátt sum himmalin, tað reyða er reytt sum blóðið, og tað hvíta er hvítt sum fossurin og brotið í sjónum.

Merkið varð viðurkent tann 25. apríl 1940 sum flagg Føroya. Tað eru nú 75 ár síðani. Uppruna flaggið hongur í dag í kirkjuni í Fámjin.

Frá tí at Merkið varð fyrstu ferð frammi, var eitt stríð at fáa undirtøku fyri Merkinum í Føroyum. Gjøgnumbrotið fyri hesum flaggi var, tá ið Føroyar vórðu hersettar av bretum undir seinna verðinskríggi. Føroysk skip sigldu niður til Skotlands við fiski. Hesar ferðir vórðu sera vandamiklar, men góðu mongum føroyingi eitt lívsgrundarlag.

Bretska hersetingarvaldið kravdi, at føroysk skip ikki nýttu danska flaggið, av tí at Danmark var hersett av Týsklandi. Eftir hetta nýttu skipini Merkið sum flagg, og málaðu tað á bógvin á skipunum, soleiðis at bretski herurin kundi síggja, at talan var um eitt føroyskt skip.

Tað, sum er serstakt við einum flaggi hjá einum landi, er, at tað er symbolið hjá landinum. Ofta tá ið landið verður umrøtt uttanlands, so verður Merkið tikið fram. Merkið er tí óloysandi bundið við okkara land.

Siðvenja er í fleiri londum, at flaggið skal virðast, soleiðis er eisini við Merkinum. Tað eru reglur og siðvenjur fyri, hvussu Merkið skal nýtast. Eitt nú eru ávísir flaggdagar ásettir, reglur eru fyri nær á degnum tað skal vindast uppá stong, og nær tað skal takast niður, og hvussu tað skal leggjast saman.Ein gomul siðvenja er, at tað ikki skal nerta við jørðina. Um tað hendir, so skal Merkið brennast.

Tað verður ikki gjørt so nógv burturúr hesum reglum og siðvenjum longur, kanska tí at Merkið er vorðið alt meira vanligt at nýta til ymisk høvi nú á døgum.

Abbi mín var lærari í Søldarfirði ein stóran part av sínum lívi. Í Søldarfirði høvdu fleiri menn siglt undir seinna verðinskríggi og fleiri menn í bygdini fingu váta grøv. Abbi mín var einalærari í Søldarfirði og var tí noyddur at vera strangur.

Mær er fortalt, at ein skúladrongur einaferð hevði hongt eitt signalflagg, sum hann hevði funnið niðri í fjøruni uppí flaggstongina uttan fyri skúlan í Søldarfirði, soleiðis at signalflaggið kom at gerast fast uppi í flaggstongini. Tá bað abbi mín dreingin um at klatra upp í flaggstongina, og fáa signalflaggið niður aftur, drongurin so gjørdi.

Nú á døgum høvdu foreldrini ikki góðtikið hetta, men tað var ikki tikið illa upp av foreldrunum hjá dreinginum, tí at virðingin fyri merkinum var sera stór, tí uppi í flaggstongini skuldi einans Merkið veittra.

Føroyar eru lítlar og viðbreknar, hinvegin so er eisini møguleiki hjá øllum borgarum í landinum at gera mun. Eg hoyrdi ein dagin í donskum útvarpi eina samrøðu við tvær føroyskar kvinnur, tær vórðu spurdar um, hví tær vóru fluttar aftur til Føroyar at búgva. Onnur av teimum segði, at í Føroyum kundi hon gera størri mun enn í Danmark. T.v.s. at í Føroyum hevur hvør einstakur borgari størri virði enn í einum stórum samfelagi, tí er týdningarmikið, at vit øll taka taka ymsar uppgávur uppá okkum í samfelagnum. Í Føroyum er brúk er fyri øllum fólkum.

Um tú ert misnøgdur við eitt hvørt, so kanst tú arbeiða fyri at gera broytingar, úttala teg um málið, soleiðis at málið til endans verður tikið upp av politisku myndugleikunum.

Tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt av ymiskum felagsskapum, so sum ítrótti, skótum og í tónleikalívinum, hevur alstóran týdning fyri okkara samfelag, fólkaræði og trivnaðin í samfelagnum. Tí í hesum arbeiði møtast fólk við ymsum bakgrundum og meiningum og savnast um eitt felags mál.

Ítrótturin er ein partur av tí sjálvbodna arbeiðinum. Ítrótturin hevur seinastu árini gjørt Føroyar kendar uttanlands við sínum góðu úrslitum. Vit kunnu nevna svimjing, fótbólt, hondbólt og rógving. Hesi bera okkara Merki fram í teirra verki uttanlands, og hava vunnið Føroyum stóran heiður.

Í ítrótti er tað í stóran mun viljin, sum er týdningarmikil. Í hesum sambandi kunnu vit nevna ítróttarpersónar sum Toda Jónson, Pál Joensen, Livar Nysted og Katrin Olsen. Tey eru kanska ikki øll kropsliga langt yvir tað vanliga, men tey hava øll havt viljan yvir tað vanliga at røkka stórum málum.

Mangan hevur verið frammi, um tað var rætt, at Føroyar skuldi fara upp í altjóða fótbólt, og harvið at bjóða teimum stóru tjóðunum av. Tað hevur mangan staðið nógv á, og vit hava tapt stórt, men tað hevur nú víst seg, at tað var ein røtt avgerð, tí vit hava klárað okkum betur og betur fyri hvørja ferð vit hava leikt. Landsliðið hjá Føroyum hevur verið ein tann besti umboðsmaðurin fyri Føroyar uttanlands. Tað er at frøast um, at Føroyar eisini taka alsamt meira lut í altjóða hondbóltskappingum.

Sjálvt um nógvar ósemjur eru í politikki, so er tað at vit hava egið flagg í dag ein sjálvfylgja. Vit kunnu fáa ein hvøkk, tá ið vit síggja eitt annað enn Merkið veittra, eitt nú, tá ið tey á politistøðini vinda danska flaggið á stong.

Nógv er hent í tí føroyska samfelagnum, síðani Merkið varð viðurkent fyri 75 árum síðani. Føroyar hava yvirtikið fleiri uppgávur frá Danmark, og nú virka vit á fleiri økjum ,sum eitt land við sjálvstýri. Vit, sum liva nú í Føroyum, hava øll ábyrgd av at bera landið fram áleið, at byggja á tað, sum okkara forfedrar bygdu upp.

Takk fyri og góðan flaggdag

Petur Martin Hansen

Harleyfacadeacryl