Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt felag “Visit Kalsoy“ – stovningarfundur í annaðkvøld

Oliver Joensen

Endamálið við felagnum er at fyriskipa og menna tiltøk við denti á at selja Kalsoynna og at veita tænastur og vørur til fyritøkur ella persónar, sum tæna endamáli felagsins.

Hetta merkir eisini at fáa fleiri ferðafólk í oynna – tað verði seg við lýsingum, kunningartilfari og arbeiði fyri at økja/betra um ferðasambandið við oynna og millum bygdirnar í oynni. Somuleiðis at arbeiða fyri at betra um campingmøguleikar og upplýsandi skilting.

Stovnadi aðalfundur av Sp/f Visit Kalsoy verður týskvøldið 28.apríl í Innistovu í Mikladali kl. 19.30.

Øll við áhuga fyri felagnum eru vælkomin at luttaka á fundinum.