Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

50 ár á føroyska prentmarknaðinum

Tíðindaskriv

Í ár eru 50 ár liðin, síðani fyritøkan Estra varð stovnað. Hetta verður hátíðarhildið við framsýning og móttøku fríggjadagin 8. Mai kl. 14-16

Í ár eru 50 ár liðin, síðani fyritøkan Estra varð stovnað. Hetta verður hátíðarhildið við framsýning og móttøku fríggjadagin 8. Mai kl. 14-16

50 ár eru liðin síðani havnamaðurin, Stig G. Rasmussen, byrjaði prentsmiðjuna Estra í einum gomlum pakkhúsi í Syðrugøtu.

Síðani tá hevur Estra ment seg og hevur í mong ár verið ein av oddvitunum í føroyskum prentvirksemi. Í 2005 keypti Estra reklamufyritøkuna Vasti í Klaksvík, sum Gunvá við Keldu átti. Í 2009 flutti Vasti úr Klaksvík til Syðrugøtu, har bæði Estra og Vasti nú húsast í sama bygningi.

Í dag er Estra í Gøtu ein av bert trimum prentsmiðjum í Føroyum, umframt rotatiónsprentsmiðjuna hjá Prentmiðstøðini.

30 lærlingar eru avlærdir á prentsmiðjuni hesi 50 árini. Tilsamans hava 75 fólk arbeitt á prentsmiðjuni síðani byrjað var Úti á Lofti. Talan er bæði um føroyingar, íslendingar, danir og norðmenn.

Estra flutti í 1967 í nýggj hús á Mýruni í Syðrugøtu og har hevur hon verið síðani. Bygt er afturat og um, men alla tíðina er dentur lagdur á at gera prentarbeiði til lítar og halda avtalaðu tíðirnar við kundan.

– Vit plaga at siga, at vit loysa allar uppgávur, sum hava við prent og prenttilgerð at gera – og tað megna vit eisini, sigur annar av stjórunum, Sonja á Líðarenda.

Estra hevur gjøgnum árini prentað nógvar føroyskar bøkur og hevur eisini givið fleiri bøkur út. Eitt av meistaraverkunum er “Skitsur og tekningar” eftir Ingálvi av Reyni eins og bókin “Bátar og fólk” hjá Fridtjof Joensen, sum varð givið út saman við danska forlagnum Gyldendal.

Umframt tað hevur Estra latið hópin av prentlutum til føroyskar fyritøkur og ger tað framvegis.

– Okkara styrki er helst, at vit kunnu loysa uppgávur skjótt, sjálvt um tær eru eitt sindur serligar, sigur Sonja á Líðarenda.

Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu eru stjórar á Estra Vasti í dag.