Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framleiðslu-Føroyar

Jógvan við Keldu

Vaknar føroyingurin ikki nú, vaknar hann við kaldan dreym seinni

Vaknar føroyingurin ikki nú,
vaknar hann við kaldan dreym seinni

Frá tí eg kom upp í politikk fyri nú 45 árum síðani, minnist eg heitini “høvuðsstaðurin ella miðstaðarøkið” og “útjaðarin” verða brúkt.

Privatu arbeiðsplássini tá, høvdu brúk fyri hópin av fólki, men sum árini gingu, vórðu færri menn við hvørjum skipi samstundis, sum skipini fækkaðust, á landi gjørdust virkini færri, so hvørt mekaniseringin og nútímansgerð broytti privata arbeiðsmarknaðin sjónliga til færri fólk.

Samstundis fjølgaðist talið á almennum arbeiðsplássum í stórum, fleiri yngri fólk fingu sær bókliga útbúgving, arbeiðstíðin varð niðursett, krøvini gjørdust meiri ágangandi, fleiri nevndir, kanningardeplar og eftiransingarstovnar komu. – Fólkið tráaði eftir hesum arbeiðsplássum.

Alt meðan hetta fer fram, trokaðist fólkið meiri og meiri inn í høvuðsstaðin, og úti um landið gjørdist meiri tunt við arbeiðsplássum.


Fólk sum liva á fátækramarkinum økist

Tað hevur helst havt við sær, at í mongum førum er vorðið meiri fátæksligt hjá ávísum bólki, tí prísirnir úti um landið – lat okkum kalla tað í “Framleiðslu-Føroyum” á t.d. grundstykkjum, á húsum og ognum fullu lutfalsliga, meðan prísirnir í høvuðsstaðnum hækkaðu sjónliga og meiri enn gott hevur verið, sum aftur hevur havt við sær, at upprópini frá fólki er, at mongdin av innan sokallaða “fátækramarkið” er økt óhugnaliga og fer at økjast meiri!

Meðan alt hetta fer fram, síggja vit, at arbeiðsloysið úti um landið hóast alt er lágt, tí at virkisfúsni er millum vinnulívsfólk, sjófólk og arbeiðsfólk fyri at lívbjarga sær, meðan stórir trupulleikar leika á í so gott øllum almennum arbeiðsplássum í høvuðsstaðnum, og føroyskir fjølmiðlar eru á tremur dagliga av hesum hóttafallum, ja, hetta er ídag ein vinnuvegur, hóast peningur verður sprændur inn frá tí, sum vit ídag kunnu kalla Framleiðslu-Føroyum.


Framleiðsla og útflutningur

Hetta hevur avskeplað landið og okkara fámentu tjóð, og vaknað vit ikki nú, so vaknað við seinni við kaldan dreym.

Fari í hesum viðfangi at vísa til skilagóðu greinina hjá Johan Mortensen, sum hevði heitið “ Skansin, Tórshavnar Havn og veruleikin”.

Vit eiga tí ídag at broyta heitið “útjaðarin” í Føroyum, tað sum liggur uttanfyri høvuðsstaðin og geva tí eitt nýtt heiti, nevniliga: “FRAMLEIÐSLU-FØROYAR”, sum syrgir fyri frumvinnuni og útflutninginum. – Tað er hóast alt tað, vit øll liva av.


Jógvan við Keldu