Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakaríði hjá Jórun styrkt fíggjarliga

Oliver Joensen

I vikuni er avtala gjørd ímillum Jórun og Kim Mørkøre og Christian í Grótinum samtakið um at styrkja felagið sp/f Hjá Jórun fíggjarliga. Síðani nýggja bakaríð í Kringlugarðinum bleiv bygt, hevur tað gingið sera tungt fíggjarliga, og hevur roknskapurin givið hall nógvu seinastu árini. Nýggja samstarvsavtalan ber við sær, at felagið verður nógv sterkari til at standa seg ímóti øktu kappingini.

Jórun Mørkøre greiðir soleiðis frá:

-At tað blivu teir hjá Christian í Grótinum , sum eg nú eigi bakaríið saman við, erieg sera fegin um. Harvið er talan um lokala loysn, og tað dámar mær væl. Higartil havi eg staðið einsamøll við allari ábyrgdini. Nú verður nevnd skipað, sum eg skal samstarva við um raksturin av bakarínum og tær íløgur, sum skulu gerast. Hetta kenni eg sum framstig, ið vónandi verður bæði kundunum og bakarínum at gagni, sigur Jórun Mørkøre.

Tað er neyðugt støðugt at menna virkið og at bjóða nýggj tilboð og nýggjar tænastur. Nú eru fíggjarligu fyritreytirnar fyri nýggjum átøkum sterkari. Talan verður ikki um stórvegis broytingar nú beinanvegin, men ætlanin er, at tænastustøðið so við og við skal verða uppaftur betri, sigur Jórun Mørkøre.

Avtalan um, at Jórun nú skal eiga og reka bakaríið saman við P/F Christian í Grótinum, er undirskrivað í hesi vikuni, og viðurskiftini verða fingin upp á pláss næstu vikurnar.