Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallirnar fullsettar á Atlantic Fair

Oliver Joensen

Í døgunum 12. til og við 14. mai er Klaksvík í miðdeplinum í vinnuligum høpi. Tá verður Atlantic Fair stevna í ítróttarhallunum báðum. Áki í Skemmuni, stjóri sigur, at somikið stórur áhugi hevur verið fyri at luttaka á stevnuni, at hvør fermetur av hallunum báðum er seldur.

Í 2013 tá skipað varð fyri stevnuni seinast, vóru 158 framsýnarar, hesaferð er talið 180. Umframt føroyskar fyritøkur, so er umleið helvtin av framsýnarunum úr øðrum londum Flestu eru úr okkara grannalondum, nevniliga Noregi, Danmark, Íslandi og Skotlandi. Men eisini frá øðrum londum.

Vitjandi koma eisini langvegis frá, vit vita í hvussu so er um vitjandi úr India.

Um stevnuna annars, sigur Áki í Skemmuni, stjóri, at í ár er stevnan breiðari, við tað at Atlantic Fair, umframt at fevna um fiskivinnu, nú fevnir um alla maritimu vinnuna.

Vit vænta nógv vitjandi, sigur Áki í Skemmuni, hotellini boða frá, at tey eru fult sett hesar dagarnar, so hetta verður størsta stevnan í fleiri ár.