Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keðiligt veður í nakrar dagar

Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað er kalt í løtuni – luft av leiðunum við Norðpólin kemur beinleiðis til okkara. Har er temperatururin nógv stig undir frostmarkinum. Á longu leiðini til Føroyar ornar luftin heilt fitt, tí er hitin bæði eitt og tvey stig oman fyri frostmarkið. Hetta er ikki serliga hugaligt hesa ársins tíð – men als einki óvanligt er í hesum. Er hent manga ferðir fyrr.

Tað er eitt lágtrýstøki beint eystan fyri okkum, sum stendur fyri hesum keðiliga og óynskta veðrinum. Tað dregur nógva luft til sín av norðuri. Lágtrýstið fer at minka í megi teir næstu dagarnar, men ikki so skjótt, sum vit høvdu ynskt. Ikki fyrr enn seint fríggjadagin fer vindurin at minka so tað munar.

Fyri tað, sum er eftir av hesum degi, í allan morgin og størsta part av fríggjadegnum fer ættin at liggja úr vesturhallum norðri niður í útnyrðing. Vindferðin fer at liggja ímillum 15 og 20 m/s – meiri vindur kann við hvørt væntast norðanfyri og eystanfyri.

Tað fer at regna og kava – og hitin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Harleywoodpaint