Ongantíð í søgu felagsins hevur NSÍ fingið so nógv stig fyri fyrstu 10 umførini.
NSÍ kom fríggjakvøldið uppá 24 stig fyri 10 umfør, sum eisini gevur fyribils greiðan oddasess í Effodeildini. So nógv stig hevur NSÍ ongantíð fingið áður fyri fyrstu 10 umførini. Heldur ikki í 2007, tá felagið vann sítt higartil einasta FM heitið. Roknað vit øll árini til, at ein sigur gevur 3 stig, so er tað tvær ferðir komið fyri áður, at NSÍ hevur fingið 20 stig ella meir fyri 10 umfør.
Stig eftir 10 umfør (roknað sum at ein sigur gevur 3 stig og javnleikur gevur 1 stig)
2015: 24 stig
2014: 14
2013: 15
2012: 10
2011: 18
2010: 19
2009: 20
2008: 15
2007: 21 (FM)
2006: 18
2005: 16 (fyrstu ferð 27. umfør)
2004: 15
2003: 19
2002: 18
2001: 11
2000: 12
1999: 16
1998: 17
1997: 14
1996: NSÍ í næstbestu deildini
1995: 4
1994: 13
1993: NSÍ í næstbestu deildini
1992: 0
1991: 14
1990: NSÍ í næstbestu deildini
1989: NSÍ í næstbestu deildini
1988: 10
1987: 15
1986: 13
1985: 15
1984: 12
1983: NSÍ í næstbestu deildini
1982: NSÍ í næstbestu deildini
1981: NSÍ í næstbestu deildini
1980: NSÍ í næstbestu deildini
1979: 3
1978: NSÍ í næstbestu deildini
1977: NSÍ í næstbestu deildini
1976: 0
Áðrenn tað spældi NSÍ ongantíð í bestu deildini
Kelda: FaroeSoccer




